Knívurin liggur tungur á barkanum

ÍF venjarin ásannar, at brekkan verður ógvuliga brøtt, um einki fæst við av Argjum ídag

Talvan sigur, at ÍF er aftast við fimm stigum, og at AB er næstaftast við átta stigum. Seinnapartin hittast hesi bæði liðini á Argjum. Tá ið tey 17. mars spældu á Argjum, vann heimaliðið 2-1. Eftir henda fyrsta AB sigurin í ár, bíðaðu tey á Argjum heilt fram til síðsta sunnudag, áðrenn tey aftur vunnu fulla úrtøku. Tað var á Skála.

-Vit hava fleiri ferðir verið tætt við og so mist alt á stokkinum, og nú var tað hugaligt, at tað datt okkara veg, sigur Bárður Olsen, sum nú er í miðverjuni.

AB hevur alt árið verið illa darvað av skaðum, og soleiðis er tað framvegis. Tað er ivasamt um tríggir, sum hava verið nógv á liðnum higartil í ár, eru førir fyri at spæla ídag. Teir eru Leivur Holm Joensen, Jobin Drangastein og Rógvi Poulsen.

Fuglfirðingar hava bara vunnið einaferð í ár. Tað var 29. apríl, tá ið tað eydnaðist at vinna 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi.

ÍF venjarin Hans Jørgen Djurhuus ásannar, at talan verður um lyklauppgerð á Argjum:

-Um vit einki fara at hava við okkum av Argjum, so verður støðan ikki góð. Hugburðurin er góður, og eg veit, at spælararnir fara at stríðast fyri søkini, sigur ÍF venjarin.

Dávid Langgaard er tøkur aftur eftir leikbann.