Knørrafelagið er yvir øllum hinum

10-mannafør: Ormurin Langi setti punktum við suverenum sigri á ólavsøku

Í dag er tað Róðrarfelagið Knørrur og so øll hini.

6-mannafarið Jarnbardur við kvinnum vann fyrr í dag sjeynda av sjey sigrum og FM fyri 15. ferð. Tað er met, sum Jarnbardur eigur saman við Argjabátinum.

Knørrur vann kappingina millum 8-mannaførini og tryggjaði sær silvurkrónurnar í FM kappingini.

Og so setti Ormurin Langi suverent punktum í kappingini millum 10-mannaførini.

Tað var stór kapping á norðoyastevnu, men síðani hevur talan ikki verið um kapping. Í hvussu so er hevur tað ikki verið kapping um sigurin. Ormurin Langi hevur verið suverenur, og tað var hann eisini í dag.

Tað vóru níggju sekund frá Orminum Langa og aftur til Drekan Reyða, sum vann kappingina um næstfremsta plássið við Havnarbátin.

Hugaligt var at síggja Vestmenning. Veteranarnir spílaðu seg út, og teir vóru ikki so nógv aftastir, tá ið havt verður í huga, at teir ætlaðu sær at kappast í Master kapping, men tað bar ikki til, tí eingin bjóðaði teimum av.

1Ormurin Langi 04:18.20
2Drekin Reyði04:27.22
3Havnarbáturin04:29.15
4Vestmenningur04:37.15

FM

1Ormurin Langi49
2Havnarbáturin39
3Drekin Reyði23
4Vestmenningur4