Knúsandi sigur til Nadal

Hevur vunnið French Open fyri 13. ferð

Við einum knúsandi finalusigri á Novak Djokovic hevur Rafa Nadal vunnið Roland-Garros fyri 13. ferð.

Undan dystinum var mett, at talan fór at vera um eina javna og harða finalu, men longu eftir fyrsta partí gjørdist greitt, at Nadal var munandi meira uppsettur upp á at kunna kalla seg French Open meistara í 2020, og talan var eisini um eina av bestu framførslunum hjá Nadal, ið ikki hevur tapt eitt sett í kappingini í ár.

Nadal pilkaði Djokovic sundur í trimum settum, og tað var ikki fyrr enn í triðja setti, at Djokovic hevði nakað svar upp á spælið hjá Nadal.

Nadal legði út við at egga Djokovic í fyrsta setti, og annað sett gekk nøkunlunda á sama hátt, hóast Djokovic megnaði at vinna tvey partí, og støðan stóð sostatt 6-0 6-2, tá farið var inn í triðja sett.

Djokovic ernaðist nakað í triðja setti, og lá eitt skifti frammanfyri, eftir at hann hevði brotið servuna hjá Nadal. Nadal gjørdi skjótt av og breyt servu aftur, og eftir bert tveimum tímum og 40 minuttum hevði Nadal vunnið við úrslitinum 6-0 6-2 7-5.

Umframt at skriva søgu sum tann einasta, ið hevur vunnið French Open 13 ferðir, hevur Nadal eisini lagt seg javnt við Roger Federer sum mest vinnandi Grand Slam leikarin nakrantíð. Teir báðir Nadal og Federer hava vunnið 20 Grand Slam kappingar hvør, meðan Djokovic er í hølunum á teimum við 17 Grand Slam finalusigrum.