Komu fram í øllum góðum

Kvinnulandsliðið kom fram í øllum góðum, tá tær í gjár fóru longu leiðina til Minsk í Hvítarusslandi

Mynd: (Hondbóltssambandið)

Mynd: (Hondbóltssambandið)

Tað er í dag klokkan 15, at føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla fyrra av tveimum dystum í HM-undankappingini.

- Føroyska kvinnulandsliðið er komið væl fram til Minsk í Hvítarusslandi í dag eftir ein langan ferðadag. Liðið hevur í kvøld vant í stásiligari arena í Minsk. Í morgin, fríggjadagin klokkan 15 møta Føroyar Hvítarusslandi, sum helst er styrkismett ovast í bólkinum. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum. FM1 hevur eisini frásøgn frá dystinum. Leygardagin kl. 13.00 føroyska tíð, møta Føroyar – Sveis, skrivaði Hondbóltssambandið í gjár.

Sjúrður H. Hoydal fer at hava eina beinleiðis studiofrásøgn á FM1. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina verður Sigrun Mikkelsen.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

Mynd: (Hondbóltssambandið)

Myndir: (Hondbóltssambandið)