Koppaðu Íslandi og vunnu silvur

EM-flogbóltur: Gull, silvur ella bronsa - tað kundi fara allar vegir, men endaði við silvuri.

Føroyska manslandsliðið í flogbólti hevði kvívin á barkanum, tá ið tað í triðja og seinasta dystinum í EM-smálandakappingini í høllini á Hálsi í dag hevði fyri neyðini at vinna 3-0 ella 3-1 (við stórum bóltamuni) á Íslandi, sum annars var oddalið í kappingini og hevði vunnið á hinum báðum londunum í bólkinum, Skotlandi og Grønlandi.

Greitt var, at tað skuldu heilt aðrir bollar í føroysku suppuna, um Føroyar, sum í gjár tapti 3-1 ímóti Skotlandi, skuldu vinna somikið greiðan sigur á Íslandi í dag. Avrikið og hugburðurin í fyrsta setti boðaði frá góðum, og tað var eisini ruddiliga uppiborið og við góðum spæli, at Føroyar vunnu fyrsta sett 25-22.

Føroyar stevndu ímóti at leggja seg á odda 2-0 í settum, men best sum føroyingarnir vóru á odda 21-17 og høvdu eyguni á gullinum, so steðgaðu teir fullkomiliga upp - Ísland vann heili átta bóltar á rað, og við 25-22 javnaðu teir til 1-1 í settum.

Hetta kom illa við, tí nú skuldu Føroyar vinna knúsandi stórt bæði í triðja og fjórða setti. Hetta var ikki serliga realistiskt, men føroyingarnir fóru hugagóðir til verka og vunnu bæði triðja og fjórða sett 25-22.

Við 3-1-sigrinum vunnu Føroyar silvur, meðan Skotland, sum seinastu settini í dag vóru millum dyggastu føroysku stuðlarnar í høllini, vann gull. Ísland bleiv nummar trý og Grønland nummar fýra.

Føroyar - Ísland 3-1 (25-22, 21-25, 25-22, 25-22)