Korona spøkti millum víkingarnar

Í vikuni varð Gunnar Vatnhamar kannaður fyri at fáa staðfest, um tað var korona

Tað vakti ikki sørt av undran, at stinni miðvallarin Gunnar Vatnhamar ikki var millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi, sum næstsíðsta leygardag spældi málleysan javnleik á Argjum.

Orsøkin var, at Gunnar kendi seg illa leygarmorgunin. Hann hevði eitt sindur av fepri, og hann hevði ilt í hálsinum. Um talan var um vanligar umstøður, so hevði tað kanska borið Gunnari til at spæla. Tað man vera mangur fótbóltsspælari og ítróttarfólk yvirhøvur, sum kennast við, at ein ella tvær tablettir eina løtu undan dystarbyrjan, kunnu broyta støðuna soleiðis, at tað ber til at spæla í ein tíma ella meiri enn so.

-Hjá okkum var eingin ivi. Leiðreglurnar siga, at í sovornum førum skulu spælararnir kannast og ikki spæla, fyrr enn úrslitið av kanningin er kunnugt. Gunnar varð kannaður mánadagin, týsdagin varð staðfest, at hann var ikki smittaður, og týskvøldið var hann aftur til venjing, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá Víkingi.

Venjarin var vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist at skjóta mál og vinna á Argjum.

-Vit spældu okkum til fleiri góðar støður og onkran góðan møguleika, men vit vóru ikki nóg neyvir.

Í dag fáa Eyðun Klakstein og Víkingur vitjan av Skála, har hann tvey tey undanfarnu árini var venjari.

-Um vit skulu vinna, so er fyrsta treytin, at vit skora mál, sigur Víkingavenjarin.

Allir spælararnir hjá Víkingi eru tøkir.

Tað rakti meint hjá skálamonnum, tá ið teir í fyrsta umfari taptu 2-1 á heimavølli ímóti ÍF.

Nú er avbjóðingin aftur oyggjauppgerð. Hesa ferð í Sarpugerði.

-Eg var væl nøgdur við bæði hugburð og spæl ímóti ÍF, men vit vunnu ikki úrtøkuna, sum skuldi til. Hóast onkrir av fyrrverandi stuðulsspælarunum nú eru í Víkingi - Ari Olsen og Jákup Johansen - so hava vit nógvar evnaríkar spælarar. Veningarumhvørvið er gott, og vit rokna avgjørt við, at tað fer at síggjast aftur í úrslitunum, sigur Bill Jacobsen.

Aksel B. Danielsen og Edvin Jakobsen eru langtíðarskaddir.