Tveir dystir hava verið í Premier League í dag. Manchester City vann greiðan 3-1 sigur á Stamford Bridge móti Chelsea, meðan Leicester komið upp á triðja pláss við 2-1 sigri á Newcastle.
Fyrri dysturin var á St James’ Park í Newcastle. Heimaliðið er fyribils leyst av niðurflytingarstríðnum, men í dag kom einki stig í dystinum móti Leicester, sum vann 2-1. James Maddison og Youri Tielemans løgdu gestirnar á odda 2-0, men stutt fyri tíð minkaði innskifti Andy Carroll um munin, men tað bleiv ikki til meir enn tað.
Á Stamford Bridge var Manchester City uttan fleiri av sínum spælarum, tí koronusmittan hevur funnið vegin inn í hópin. Millum annað var Zack Steffen í málinum fyri fyrstu ferð, men tað gjørdi ongan mun.
Kevin De Bruyne er aftur har, sum hann hevur verið seinnu árini, meðan ungi Phil Foden vísti nakað av tí talentinum, sum hann hevur. Báðir skoraðu eitt mál og løgdu upp til eitt mál. Umframt teir báðar, so skoraði Ilkay Gundogan eisini.
Tað var 3-0 í hálvleikinum, og tað eydnaðist ikki Chelsea at minka um munin fyrr enn Callum Hudson-Odoi minkaði um munin í evstu løtu. Eftir dystin helt kendi viðmerkjarin, Roy Keane, fyri at tað er trýst á venjaranum hjá Cheslea, Frank Lampard. Cheslea er nú nummar átta, meðan Manchester City hevur vunnið seg fram á fimta pláss við einum dysti færri enn fleiri av kappingarneytunum.
1 | Liverpool | 16 | 9 | 6 | 1 | 37:20 | 33 |
2 | Man Utd | 16 | 10 | 3 | 3 | 33:24 | 33 |
3 | Leicester | 17 | 10 | 2 | 5 | 31:21 | 32 |
4 | Tottenham | 16 | 8 | 5 | 3 | 29:15 | 29 |
5 | Man City | 15 | 8 | 5 | 2 | 24:13 | 29 |
6 | Everton | 16 | 9 | 2 | 5 | 26:20 | 29 |
7 | Aston Villa | 15 | 8 | 2 | 5 | 29:16 | 26 |
8 | Chelsea | 17 | 7 | 5 | 5 | 32:21 | 26 |
9 | Southampton | 16 | 7 | 5 | 4 | 25:19 | 26 |
10 | West Ham | 17 | 7 | 5 | 5 | 24:21 | 26 |
11 | Arsenal | 17 | 7 | 2 | 8 | 20:19 | 23 |
12 | Leeds | 17 | 7 | 2 | 8 | 30:33 | 23 |
13 | Wolves | 17 | 6 | 4 | 7 | 18:24 | 22 |
14 | Crystal Palace | 17 | 6 | 4 | 7 | 22:29 | 22 |
15 | Newcastle | 16 | 5 | 4 | 7 | 18:26 | 19 |
16 | Burnley | 15 | 4 | 4 | 7 | 9:20 | 16 |
17 | Brighton | 17 | 2 | 8 | 7 | 21:28 | 14 |
18 | Fulham | 15 | 2 | 5 | 8 | 13:23 | 11 |
19 | WBA | 17 | 1 | 5 | 11 | 11:39 | 8 |
20 | Sheffield Utd | 17 | 0 | 2 | 15 | 8:29 | 2 |