Koronafótbóltur: Heini má venja heima í stovuni

Í hesum døgum ræður tó um at vera kreativur, tá talan er um venjing, og millum annað fer øll styrkivenjing fram í stovuni heima við hús

Mynd: (Privat) Heini Vatnsdal venur heima í stovuni

Mynd: (Privat) Heini Vatnsdal venur heima í stovuni

Heini Vatnsdal er ein av føroysku yrkisspælarunum uttanlands. Í hesum døgum ræður tó um at vera kreativur, tá talan er um venjing, og millum annað fer øll styrkivenjing fram í stovuni heima við hús.

– Sum hjá nærum øllum øðrum, so er okkara gerandisdagur nakað øðrvísi í hesum døgum: Vit eru øll trý tíðliga á fótum, og síðan ræður um at hava ein aktivan dag saman við soninum, sum er hálvt annað ára gamal, og sera lívigur, sigur Heini Vatnsdal í samrøðu við heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

– Vit eru heimsendir av felagnum, og hava tí ikki loyvi til at uppihalda okkum á stadion, nýta fitness-rúmið hjá felagnum, ella sum heild lata okkum í Fremad-klæðini. Samstundis hevur politiið í Keypmannahavn hevur lukkað øll uttandura venjingarstøð.

Soleiðis sigur Heini Vatnsdal, tá hann skal seta orð á, hvussu tað er at vera professionellur fótbóltsspælari í næstbestu deildini í Danmark í hesum døgum, og leggur afturat, at nú ræður um at vera kreativur.

##med2## 

– Aftaná døgurða plagi eg at fara ein rennitúr á Kløvermarkini, meðan styrkivenjingin fer fram í stovuni, eftir at sonurin er farin í song. Hetta eru ikki optimalar umstøður, men vit mugu fáa sum best burturúr.

Uppvaksin í Vági

Heini Vatnsdal er uppvaksin í Vági, og fyrstu árini sleit hann sínar gaggur vesturi á Eiðinum – fyrst við VB, síðani við VB/Sumba og so FC Suðuroy. Men sum 22 ára gamal fór hann til Havnar at spæla við HB, og seinastu fýra árini hevur hann verið sáttmálabundin við Fremad Amager, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark.

Fyrstu árini sum útiseti las Heini Vatnsdal á DTU. Men hetta hekk ikki saman við venjingartíðunum hjá Fremad Amager. Heini fekk sær tískil ein lítlan steðg, og tá hann so byrjaði aftur, var tað sum fjarlesandi á Setrinum innan orkuverkfrøði. Hetta hevur gjørt tað møguligt hjá Heina at hugsavna seg um fótbóltin fulla tíð, samstundis sum hann er undir útbúgving. Fyri Heini er tað tí eingin trupulleiki at venja einsamallur, men tað hevur sínar avbjóðingar.

– Sum yrkisítróttarfólk er disiplin eitt krav, so tað er ikki fremmant fyri meg at vera noyddur at venja einsamallur. Men tá tað er sagt, so sakni eg liðvenjingarnar, kappingina millum spælararnar og so sjálvandi lagið í skiftirúminum, sigur Heini Vatnsdal, ið eisini hevur sína hugsan um dystirnar í Nations League, sum verða í heyst.

 ##med3##

– Eg meti at vit hava góðan møguleika at vinna bólkin. Vit kenna mótstøðulondini, og vit hava fingið góð úrslit ímóti teimum. Men vit skulu í arbeiðshandskarnar, tí vit hava sanniliga nakað at prógva í mun til seinastu Nations League kapping, sigur Heini Vatnsdal at enda.

Føroyar spæla UEFA Nations League í heyst, og eru í bólki saman við Malta, Lettlandi og Andorra.

Mynd: (Privat) Heini Vatnsdal venur heima í stovuni