Koronatilmælini skulu standa sína roynd

6. umfar: Fleiri spennandi dystir eru um vikuskiftið, men eyguni eru á áskoðarunum og feløgunum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Her sæst at avmarkingar eru upp til dystin millum Víking og NSÍ, men tað er eisini nógv fólk

Mynd: (Álvur Haraldsen) Her sæst at avmarkingar eru upp til dystin millum Víking og NSÍ, men tað er eisini nógv fólk

Um vikuskiftið verður 6. umfar í Betri deildini hjá monnum. Føroyska landskappingin bleiv tann fyrsta, sum byrjaði aftur eftir koronasteðgin. Í fyrsta umfari var tað uttan áskoðarar, men síðani hevur tað verið við áskoðarum eftir tilmælinum frá koronaráðgevingini og heilsumynduleikunum.

Hetta hevur ikki spælt so væl av, sum mynduleikarnir ætlaðu, tí undan farna umfari sendi Fótbóltssambandið eina áheitan út til feløgini, um at fylgja tilmælunum. Fleiri hava eisini víst á myndir av áskoðarum, sum sita tætt saman í stórum bólkum.

Til grannauppgerðina millum B36 og HB segði næstformaðurin hjá B36 Jákup Mørk, at fleiri fólk vóru blivin sera óð og firtin, tá tey fingu at vita at tað var útselt. Nøkur vóru enntá bara farin inn á økið.

Í samrøðu við Kringvarpið segði Virgar Hvidbro, at Fótbóltssambandið hevði sent eina áheintan út til feløgini, eftir at fleiri myndir vóru av áskoðarum, ið ikki sótu sambært tilmælunum frá koronaráðgevingini. Her bleiv víst á, at í ringasta føri, so verða tilmælini herd og vit mugu aftur spæla uttan áskoðarar. Tó verður ikki talan um bót, um feløgini ikki halda tilmælini. Her verður víst til vit og skil.

##med2##

Leygardagin er HB á vitjan í Trongisvági. Sunnudagin eru fleiri spenandi dystir. Í ovaru hálvu møtast KÍ og NSÍ í Klaksvík á Norðoyarstevnu, og klokkan 17 er dystur í Sarpugerði, har Víkingur fær vitjan av B36.Tað eru eisini spennandi dystir í niðari hálvu. Í Fuglafirði spælir ÍF móti AB, meðan EB/Streymur fær vitjan av Skála. Øll fýra liðini stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingarstríðnum.

##med3##

Fakta 6. umfar: Betri deildin menn

Leygardagin 6. juni:

TB-HB (15.00) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin 7. juni:

KÍ-NSÍ (15.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-AB (15.00)

EB/Streymur-Skála (15.00)

Víkingur-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1

Mynd: (Álvur Haraldsen) Her sæst at avmarkingar eru upp til dystin millum Víking og NSÍ, men tað er eisini nógv fólk

Mynd: (Álvur Haraldsen) NSÍ og ÍF í dysti við Løkin í Runavík, eisini her síggjast nógv fólk kring vøllin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Øll sluppu ikki inn á økið til grannauppgerðina millum B36 og HB