Ein klaksvíkingur aftrat fer nú at spæla fótbólt á Skála.
Talan er um 21 ára gamla Kristin Norðoy Vilhelmsen.
Bárður á Reynatrøð flutti í vetur úr Víkingi og til Skála, har hann verður roknaður at vera fyrsta valið millum stólparnar.
Nú fer Kristin N. Vilhelmsen at bjóða Bárði av í kappingini um plássið í Skálamálinum. Næstbesta liðið hjá Skála flutti í fjør niður úr næstbestu deildini.
Í tíðarskeiðnum 2015 til 2017 vardi Kristin N. Vilhelmsen sambært faroesoccer 41 ferðir KÍ málið í 1. deild.