Kroati heldur skil á

35 ára gamli Fran Jovic fer í dag fyri fjórðu ferð at døma landsdyst

Tað verður Fran Jovic úr Kroatia, sum verður 23. maður á Ullevaal tjóðarvøllinum í Oslo, tá ið Norra og Føroyar hittast í EM undankappingardysti klokkan 17.

Hagtølini siga, at Fran Jovic tríggjar ferðir áður hevur dømt A-landsdystir.

Tann fyrsti var HM undankappingardystur Í Gibraltar 7. oktober 2017. Gibraltar hevði vitjan av Estlandi, sum vann 6-0. Fýra ferðir var gula kortið á lofti.

27. mars í 2018 dømdi Fran Jovic venjingardyst millum Slovenia og Hvítarussland, sum vann 2-0. Gula kortið var tríggjar ferðir á lofti.

11. juni vann Frakland 4-0 EM undankappingardyst á útivølli ímóti Andorra. Fran Jovic var dómari, og hann vísti tríggjar ferðir gula kortið.