Kroatia og Spania hava vunnið seg í EM-hálvfinalurnar (Video)

(Video) Kroatia vann tepurt á Kekkia í seinasta sekundi av dystinum. Spania vann greitt á Hvítarusslandi

Kroatia hevur fult stigatal í EM millumbólki 1, og hevur saman við Spania vunnið seg í EM-hálvfinalurnar

Kroatia hevur fult stigatal í EM millumbólki 1, og hevur saman við Spania vunnið seg í EM-hálvfinalurnar

Tað er nú púra greitt, at tað verða Spania og Kroatia sum vinna seg víðari úr millumbólki 1 til hálvfinalurnar í EM-endaspælinum í manshondbólti.

Spania vann greiðan sigur á Hvítarusslandi, meðan tað reið um snarið hjá Kroatia, ið tryggjaði sær ein eittmálssigur á Kekkia í seinasta sekundi av dystinum.

Kroatia – Kekkia 22-21 (11-9)

Kroatia: Marko Mamic 5, Marino Maric 3, Luka Stepancic 3, David Mandic 3, Vlado Matanovic 2, Josip Sarac 2, Matej Hrstic 2, Ilija Brozovic 1, Domagoj Duvnjak 1.

Kekkia: Ondrej Zdrahala 7, Jakub Becvar 4, Vojtech Oatzel 3, Stanislav Kasparek 3, Miroslav Jurka 1, Tomas Cip 1, Marek Vanco 1, Pavel Horak 1.

Hvítarussland – Spania 28-37 (16-17)

Hvítarussland: Mikita Vailupau 8, Uladzislau Kulesh 6, Artsem Karalek 3, Andrei Yurynok 3, Yuty Lukyanchuk 2, Aliaksandr Padshyvalau 1, Maksim Baranau 1, Siarhei Shylovich 1, Vadim Gayduchenko 1, Barys Pukhouski 1, Dzmitry Nikulenkau 1.

Spania: Angel Fernandez 7, Ferran Sole 7, Jorge Maqueda 6, Aleix Gomez 5, Alex Dujshebaev 5, Raul Entrerrios 2, Iosu Goni 1, Joan Canellas 1, Daniel Sarmiento 1, Aitor Arino 1, Julen Aguinagalde 1.

Spania og Kroatia hava átta stig hvør fyri fýra dystir, og innanhýsis dysturin teirra millum ger av hvør gerst nummar eitt ella tvey í millumbólki 1. Týskland kann í mesta lagi fáa seks stig. Eysturríki og Hvítarussland hava tvey stig hvør. Kekkia hevur einki stig fingið enn. 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá tepra sigrinum hjá Kroatia:

##med2##

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá greiða sigrinum hjá Spania:

##med3##

Kroatia hevur fult stigatal í EM millumbólki 1, og hevur saman við Spania vunnið seg í EM-hálvfinalurnar

Kroatia-Kekkia 22-21: Hæddarpunkt frá EHF

Hvítarussland-Spania 28-37: hæddarpunkt frá EHF