Kundi ikki brúkast í triðbestu svensku deildini

Freddy Adu náddi bara at spæla ein mánað við lítla svenska felagnum, Österlen FF.

Freddy Adu royndarvandi við Manchester United í 2006, men eingin sáttmáli spurdist burturúr.

Freddy Adu royndarvandi við Manchester United í 2006, men eingin sáttmáli spurdist burturúr.

Fyri einum mánað síðan skrivaði fyrrverandi stórtalentið í fótbólti, amerikanski Freddy Adu, undir sáttmála við Österlen FF í triðbestu svensku deildini.

- Teir hava givið mær ein møguleika, og nú skal eg løna teimum tað aftur, segði tann nú 31 ára gamli Freddy Adu, ið ætlaði at fáa yrkisleiðina aftur í rættlag.

Men tað gekk ikki leingi, tí longu nú hevur Österlen FF valt at uppsiga sáttmálan.

- Vit tóku avgerðina leygardagin. Vit høvdu eina avtalu um, at hann skuldi fáa møguleikan at vísa seg fram, men tað sum vit hava sæð higartil, so hevur hann ilt við at kappast um pláss á liðnum. Hann hevur evnir, men tað kropsliga og tað sálarliga haltar eftir, sigur Filip Lidgren, talsmaður fyri Österlen FF, í samrøðu við Ystad Allehanda.

Eisini eitt annað umboð fyri Österlen FF, Tom Ekström, sigur í samrøðu við Aftonbladet, at Freddy Adu er langt frá at vera í dystarformi til at spæla í triðbestu svensku deildini.

- Hann hevur dugað at fintað og tílíkt, men tað hevur ikki verið nógvur álvari í tí. Tíverri, sigur hann.

Tað letur ikki til, at Freddy Adu ætlar at leggja seg so, tí í samrøðu við Aftonbladet sigur hann seg vera offur fyri einum valdsstríðið í felagnum, tí at venjarin ongantíð var við til at fáa hann til felagið.

- Og tá endar tað sjáldan gott, sigur Freddy Adu og leggur afturat, at sáttmálin ikki verður uppsagdur fyrr enn báðir partar eru samdir um tað.

Freddy Adu gjørdist heimskendur tá hann sum bara 14 ára gamal spældi í bestu amerikansku deildini. Hann kom til stórfeløg sum Benfica og AS Monaco, men seinnu árini hevur tað bara gingið ein veg, og tað er blivið til eina rúgvu av miseydnaðum uppihaldum í feløgum so sum serbiska Jagodina og finska KuPS.

Freddy Adu royndarvandi við Manchester United í 2006, men eingin sáttmáli spurdist burturúr.