- Kunnu ikki blíva við at dúva uppá "heiðurlig úrslit"

(FM1) Hoyr Róa Berg Hansen og Helga H. Hoydal seta orð á harðvunna sigurin hjá Montenegro móti Føroyum

Rói Berg Hansen er troyttur av "heiðurligum tapum" (Savnsmynd)

Rói Berg Hansen er troyttur av "heiðurligum tapum" (Savnsmynd)

##med2##

Millum teir sum Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 fekk orðið á aftaná føroyska manslandsliðið í hondbólti hevði tapt 21-24 (9-11) móti Montenegro í EM-undankappingardystinum í Farum vóru Rói Berg Hansen, ið skoraði fýra mál og Sjúrður H. Hoydal, ið skoraði tvey mál fyri Føroyar.

Hóast leikliga avrikið var gott, og hugburðurin var góður, so tímir Rói Berg Hansen ikki at verða nøgdur. Hann heldur ikki, at føroyska liðið kann blíva við at dúva uppá "heiðurlig úrslit". Nú er løtan komin at fara eitt stig víðari og fáa sigrarnar heim.

Helgi H. Hoydal harmast eisini tapið, men hann finnur ugga í, at verjan stóð framúr væl, og tað er stríðsfúsi hoyvíkingurin sera nøgdur við.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Róa Berg Hansen og Helga H. Hoydal. 

##med3##

Rói Berg Hansen er troyttur av "heiðurligum tapum" (Savnsmynd)

(Samrøður við Róa Berg Hansen og Helga H. Hoydal)