Kunnu nú spæla hóast myrkur

Ljósmastrarnar kring tennisvøllin í Gundadali eru tiknar í nýtslu, og tað gevur nýggar møguleikar.

Umstøðurnar hjá tennis í Føroyum eru batnaðar nógv síðstu tvey árini, og í dag varð enn eitt stórt fet tikið á leiðini.

Ljósmastrarar, sum vórðu settar upp við tennisvøllin í Gundadali fyri hálvari aðru viku síðani, eru nú tiknar í nýtslu.

- So nú er bara at spæla hóast myrkt er, skrivar Havnar Tennisfelag.

Veðurlagið í Føroyum er ikki serliga hóskandi til tennis, men fyri hálvum øðrum ári síðani varð graslíki lagt á, sum ger, at spælast kann hóast tað regnar.

Myrkrið hevur eisini darvað, men nú ljós er komið á vøllin ber til at spæla heilt fram til kl.22.30 á kvøldi, tá ljósini mugu vera sløkt.

##med2##
Myndirnar eru tiknar í skýming og vísa stóru betringina í ljósumstøðunum.