Kurvabóltur: Sporðdrekin vann í dag

Kurvabóltur hevur verið í dag

Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin vann í dag dystin móti Ravni á Toftum. Úrslitið gjørdist 54-40 til gestirnar, og hálvleiksstøðan var 24-21 til Sporðdrekan.

Tað var annars Ravnur, ið kom betur frá byrjan, og teir vóru framman fyri 9-2. Sporðdrekin otaði seg meira og meira inn í dystin, og tá komið var til hálvleiks, var havnarliðið á odda.

Tað gekk javnt á í 3. fjórðinginum, men 4. fjórðingin kláraði Ravnur ikki at fylgja við, og at enda vann Sporðdrekin heldur trygt dystin.

Toppskorarar í dystinum vóru fyri Ravn, Bjarni W. Zachariassen 16 stig og fyri Sporðdrekan Nicolai C. Fogh við 14 stigum. 

Komandi vikurnar verður U-21 kappingin. Næsti dysturin í Trygd-kappingini verður í høllini á Argjahamri 29. februar, tá Sporðdrekin tekur móti Hávi.