Kurvabólturin á rull aftur

Loksins byrjaði Trygd-kappingin aftur. Kurvabólturin steðgaði, sum flest aðrar ítrottargreinar, øllum aktiviteti í mars mánað

Loksins byrjaði Trygd-kappingin aftur. Kurvabólturin steðgaði, sum flest aðrar ítrottargreinar, øllum aktiviteti í mars mánað. Fyrsti dysturin í ársins Trygd-kapping varð millum Háv og Hamar 2. Dysturin bleiv spældur í KÍ høllini.

Tað endaði við, at Hamar 2 vann dystin 65-45. Munurin gjørdist rættuliga stórur at enda, men miðskeiðis í triða fjórðingi var munurin einans seks stig. Hamar 2 fekk tó skil á spælið aftur, og við einum sera væl spælandi Steen Róa Lorenzen kláraðu teir, at økja um leiðsluna og vinna ein tryggan sigur, tá samanumkom.

Hávur - Hamar 2 (45-65)

1. Fjórðingur 8 - 15

2. Fjórðingur 17 - 33

3. Fjórðingur 31 - 44

4. Fjórðingur 45 - 65

Flest stig:

Hávur: Rainer Latuperisia 14 stig

Hamar 2: Steen R. Lorenzen 25 stig.

Næsti dysturin í Trygd-kappingini verður leygardagin tá Sporðdrekin og Ravnur tørna saman.