Kvinna skal døma Super Cup millum Liverpool og Chelsea

UEFA hevur á fyrsta sinni sett ein kvinnuligan dómara til ein mansdyst

Mynd: (UEFA) Stephanie Frappart skal døma Super Cup dystin millum Liverpool og Chelsea, sum verður 14. august

Mynd: (UEFA) Stephanie Frappart skal døma Super Cup dystin millum Liverpool og Chelsea, sum verður 14. august

Evropesiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur á fyrsta sinni sett ein kvinnuligan dómara til ein mansdyst í einum av teimum stóru dystunum. Tað verður franska Stephanie Frappart, ið skal døma Super Cup dystin millum Liverpool og Chelsea.

Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna skal døma ein mansdyst í eini av teimum stóru kappingunum hjá UEFA. Stephanie Frappart fær hjálp á síðulinjuni av landskvinnuni Manuela Nicolosi og írsku Michelle O'Neal.

##med2## 

Stephanie Frappart hevur verið UEFA góðkendur dómari síðani 2009. Fyrr í ár skrivaði hon eisini søgu, tá hon varð fyrsti kvinnuligi dómarin at døma ein landskappingardyst í fronsku Ligue 1. Ein annar kvinnuligur dómari, sveisiska Nicole Petignat, hevur dømt tríggjar undankappingardystir í UEFA-kappingum í tíðarskeiðnum frá 2004 til 2009.

 

UEFA Super Cup dysturin er millum feløgini, ið vinna Champions League og Europa League. Farna kappingarár vann Liverpool Champions League, meðan Chelsea vann Europa League. Dysturin verður 14. august í Istanbul í Turkalandi.

Mynd: (UEFA) Stephanie Frappart skal døma Super Cup dystin millum Liverpool og Chelsea, sum verður 14. august

Mynd: (Scanpix) Stephanie Frappart er dómari til dystin millum Amiens og RC Strasbourg