Kvinnulandsdystir útsettir

Hondbóltur: Kvinnulandsdystirnir, sum skuldu verða í mars eru útsettir

EHF, evropesiska hondbóltssambandið, hevur í dag boðað frá, at orsakað av truplu støðuni við Corona-smittuni, at EM-undandystirnir, sum skuldu verða 25. og 29. mars eru útsettir skrivar Hondbóltssambandið.

- Fyri føroyska kvinnulandsliðið er talan um dystin heima móti Ukraina 25. mars og úti móti Ukraina 29. mars. Dyrstirnir eru útsettir til fyrstu viku í juni mánaði, sigur Hondbóltssambandið.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, segði í Sportboxini í FM1, at hetta er óheppið, men at fyribils verður bara hugsað um at koma gjøgnum komandi tvær vikurnar. Hondbóltssambandið hevur útsett allar dystur og venjingar komandi tvær vikurnar.

- Vísandi til nýggjastu tíðindini um, hvussu corona-smittan er farin at gera um seg í grannalondunum, og at vit tí eiga at verða eyka varin í Føroyum ta næstu tíðina, hevur starvsnevndin í Hondbóltssambandi Føroya avgjørt fyribils at útseta allar hondbóltsdystir – bæði hjá teimum vaksnu og hjá børnunum – í tvær vikur, skrivaði HSF mikudagin.