Kvinnulandsliðið: Hava áður vunnið á Wales

Í 1995 skoraði Helga Ellingsgaard avgerandi málið móti Wales - nú er Wales aftur á skránni

Føroyska kvinnulandsliðið fyrireikar seg til dystin móti Wales, sum verður á Tórsvølli hósdagin 29. august klokkan 17:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska kvinnulandsliðið fyrireikar seg til dystin móti Wales, sum verður á Tórsvølli hósdagin 29. august klokkan 17:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Klokkan fimm seinnapartin hósdagin skal føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur, tá EM-undankappingardystur móti Wales er á skránni á Tórsvølli. Hetta er fyrsti dystur í undankappingini til EM 2021, sum verður í Fraklandi. Hini londini í bólkinum eru Norra, Hvítarussland og Norðurírland, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Føroyska kvinnulandsliðið hevur áður roynt seg í undankappingardyst móti Wales, men tað eru eftirhondini nógv ár síðani. Tann 25. oktober í 1995 spældu Wales og Føroyar EM-undankappingardyst á Farrar Road í Bangor í Wales. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til Føroyar. Sigursmálið skoraði Helga Ellingsgaard í 35. minutti. Eitt lítið ár seinni, tann 8. juni í 1996 møttust liðini aftur á Svangaskarði á Toftum, og tá vunnu walisar 1-0.

Undan dystinum hósdagin eru Føroyar nummar 85 á styrkislistanum hjá FIFA, meðan Wales er nummar 32. Talan er sostatt um eina torføra uppgávu hjá kvinnulandsliðnum, men hon er als ikki ómøgulig. Hetta er ikki fyrsti dystur hjá okkara kvinnum í ár. Í apríl mánað spældi liðið venjingardyst á útivølli móti Litava. Úrslitið tá bleiv javnleikur 2-2.

Hópurin:

Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)

Anna S. Hansen, EBS/Skála

Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68

Annika R. Christiansen, ÍF/Víkingur/B68

Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)

Durita Hummeland, KÍ

Sanna Svarvadal, KÍ

Katrina Akursmørk, KÍ

Eyðvør Klakstein, KÍ

Evy á Lakjuni, KÍ

Olga Kristina Hansen, B36

Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála

Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)

Sara S. Lamhauge, HB

Julia Naomi Mortensen, HB

Jónvá Hentze, HB

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Heidi Sevdal, HB

Sarita Maria Mittfoss, B36

Rebekka Fjalsá Benbakoura, HB

Føroyska kvinnulandsliðið fyrireikar seg til dystin móti Wales, sum verður á Tórsvølli hósdagin 29. august klokkan 17:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen