Kvinnulandsliðið: Tapti greitt í Hvítarusslandi

Føroyska landsliðið tapti 6-0 í EM-undankappingardystinum móti Hvítarusslandi í dag

Føroyska landsliðið tapti 6-0 í EM-undankappingardystinum móti Hvítarusslandi í dag. Hvítarussland var á odda 2-0 í hálvleikunum. Føroyska liðið hevði ein stóran møguleika at skora stutt inni í seinna hálvleiki, men bólturin vildi ikki inn.

Heldur setti Hvítarussland seg á dystin og skoraði fýra ferðir afturat. Sermerkt við málskjúttunum hjá Hvítarusslandi er, at Karina Olkhovik, Anastasia Shcherbachenia og Anastasia Kharlanova skutu tvey mál í part.

Kvinnulandsliðið: EM-undankapping

Hvítarussland - Føroyar 6-0 (2-0)

1-0 Karina Olkhovik, 6

2-0 Anastasia Shcherbachenia, 24

3-0 Anastasia Shcherbachenia, 54

4-0 Karina Olkhovik, 74

5-0 Anastasia Kharlanova, 77 br

6-0 Anastasia Kharlanova, 82 

Føroyska liðið:

Anna Hansen - Katrina Akursmørk , Lív F. Arge, Durita Hummeland, Marita á Fríðriksmørk (Evy á Lakjuni, 79.min)  - Eyðvør Klakstein (Sanna Svarvadal, 88.min) Olga Kristina Hansen (Julia Naomi Mortensen, 73.min), Jacoba Langgaard, Ansy S. Jakobsen, Ásla Johannesen  - Heidi Sevdal