Kvinnulandsliðið úttikið

John Petersen, landsliðsvenjarin hjá kvinnum, hevur kunngjørt hvørjar 20 eru úttiknar til hópin móti Wales og Hvítarussland

Kvinnulandsliðið hevur í dag havt tíðindafund í hølinum hjá Fótbóltssambandinum í samband við EM-undankappingardystirnar móti Wales og Hvítarusslandi.

John Petersen, landsliðsvenjarin hjá kvinnum, hevur kunngjørt hvørjar 20 eru úttiknar til hópin. Talan er um fýra útisetar og 16 spælarar í heimligu kappingini. Fyrsta uppgávan er hósdagin 29. august klokkan 17 á Tórsvølli móti Wales. 3. september spæla Føroyar í Hvítarusslandi.

Hini londini í bólkinum eru Norra og Norðurírland. Týsdagin 8. oktober spæla Føroyar og Norra á Tórsvølli. Føroyska liðið spælir tríggjar dystir í ár, og fimm dystir í 2020.

Hópurin:

Málverjar:

Monika Biskopstø, AaB (Danmark)

Anna S. Hansen, EBS/Skála

 

Verjuspælarar:

Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68

Annika Ragna Christiansen, ÍF/Víkingur/B68

Lív Arge Poulsen, Sundby (Danmark)

Rebekka Eschen Danielsen, Hinna IF (Norra)

Rakul V Magnusen, (EBS/Skála)

Katrina Akursmørk, KÍ

 

Miðvallarar:

Eyðvør Klakstein, KÍ

Evy á Lakjuni, KÍ

Olga Kristina Hansen, B36

Ansy Sevdal Jacobsen, EBS/Skála

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland(Danmark)

Sara Samson Lamhauge, HB

Julia Naomi Mortensen, HB

Jónvá Hentze, HB

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

 

Áleyparar:

Sarita Maria Mittfoss, B36

Heidi Sevdal, HB

Rebekka Benbakoura, HB