Kvinnulandsliðið úttikið: Fýra nýggjar í hópinum

Kvinnulandsliðið hevur tveir leikarar úr fremstu donsku deildini við til venjingardystir í juni

Landsliðið eftir sigurin á Litava í desember. Fýra útskiftingar eru gjørdar í mun til hendan hópin

Landsliðið eftir sigurin á Litava í desember. Fýra útskiftingar eru gjørdar í mun til hendan hópin

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er farið undir fyrireikingarnar til HM-undankappingardystirnar ímóti Póllandi og Rumenia í september. Í tí sambandi hevur Ágúst Jóhansson tikið 16 leikarar út til tveir venjingardystir í Danmark ímóti feløgunum Sønderjyske og Viborg.

Á liðnum eru fýra leikarar, ið ikki eru skrásettir fyri landsdystir áður. Annika Fríðheim Petersen, Marita Mortensen og Guðrið á Borg úr H71 kunnu fáa sínar fyrstu landsdystir, meðan Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen úr Vestmanna er úttikin á fyrsta sinni. 17 ára gamla Lív S. Poulsen fekk í vár sínar fyrstu minuttir og fyrsta mál í fremstu donsku deildini fyri Ikast/Herning, ið í hesum døgum spælur finalu um Danmarksmeistaraheitið.

Umframt vestmannagentuna gevur Kristianna Henneberg Joensen eisini liðnum royndir frá fremstu donsku deildini. Hon er skrásett fyri 10 dystir í ár fyri Skanderborg, ið hevur bjargað sær undan niðurflyting.

Hópurin

Málverjar:
Ragnhild á Heygum, VÍF

Annika Fríðheim Petersen, H71

Strikuleikarar:
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Bjarta Osberg Johansen, Vendsyssel

Høgri vongur:
Ninna Johansen, Aalborg HK
Guðrið á Borg, H71

Bakkar:
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Lív S. Poulsen, Ikast/Herning
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Marianna Geirsdóttir Eystbert, Kyndil
Marita Mortensen, H71

Spæliskiparar:
Maria H. Weyhe, H71
Bára K. Hansen, Kyndil
Súna K. Hansen, Kyndil

Vinstri vongur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tóra Eliasen, Stjørnan

Landsliðið eftir sigurin á Litava í desember. Fýra útskiftingar eru gjørdar í mun til hendan hópin