KÍ í samráðingum við nýggjan venjara

Men hann verður helst ikki settur í starv fyrr enn til komandi kappingarár, skrivar Norðlýsið.

Norðlýsið skrivar í dag, at nógv bendir á, at Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur venjari hjá KÍ. Víst verður til eina mynd undir dystinum ímillum ÍF og KÍ í gjár, har Niclas K. Niclasen, ítróttarstjóri, og Mikkjal K. Thomassen, hyggja saman.


- Hatta havi eg onga viðmerking til. KÍ og Eyðun Klakstein hava sáttmála fyri 2014, og hann verður ikki brotin. Hvat hendir í 2015 er trupult at siga, men sjálvandi hyggja vit uppá ymiskar møguleikar, sigur Niclas K. Niclasen við Norðlýsið.


Hann vísir harvið ikki aftur, at samband er ímillum partarnar, og Norðlýsið sigur, at tað helst verður talan um at yvirtaka venjarasessin til komandi kappingarár.


Sambært hagtølunum hjá Faroesoccer hevur KÍ einans vunnið níggju av teimum 37 dystunum, sum Eyðun Klakstein hevur staðið á odda fyri KÍ síðani hann tók við sum venjari í juni-mánaða í fjør.


Mikkjal K. Thomassen var kappingarárini 2011, 2012 og 2013 venjari hjá B36. Hetta fyrsta kappingarárið gjørdist hann meistari við felagnum.