Tekstur: Uni Arge

Kyndil 65 ár í dag

Leygardagin 10. mars í 1956 varð hondbóltsfelagið Kyndil stovnað. Liðin eru sostatt 65 ár, síðan felagið sá dagsins ljós.

 

 

Tekstur: Uni Arge

xSøgan hjá Kyndli byrjar í ungmannadeildini hjá Losjuni í Havn. Tankin um at stovna eitt ítróttarfelag í ungmannadeildini, ið legði dent á fráhald frá rúsdrekka, kyknaði av álvara fyrst í 1950'unum.

Íblástur úr Íslandi

Í 1953 komu 13 ungfólk úr losjuni Sóley í Reykjavík at vitja Losjuna. Tey flestu vóru íðkandi ítróttarfólk. Tann navnframasti spælarin var Karl Jóhannsson, sum spældi á íslendska hondbóltslandsliðnum.

Ætlanin var, at losjulimir skuldu spæla dyst ímóti íslendingum, men tað varð av ongum, og Losjan stovnaði heldur onki felag tá. Men spurningurin varð skjótt reistur aftur, og 10. mars í 1956 var stovnandi aðalfundur í Losjuni.

Formaðurin í ungmannadeildini, Jákup Lindenskov, beyð vælkomin. Hann helt, at navnið Kyndil, ið deildin hevði brúkt sum heiti á einum teigi í blaðnum Glaðustroki, kundi flytast yvir á hondbóltsfelagið.

Lagt varð fram uppskot um reglugerð, sum varð samtykt. Í henni stóð, at navn felagsins var Kyndil, at heimstaður tess var Tórshavn, og at endamálið var at íðka ítrótt eftir reglunum hjá ÍSF. Samtykt varð eisini, at búnin skuldi vera grønur.

Á stovnandi aðalfundinum skrivaðu 37 fólk seg upp sum lim. Fyrsti formaðurin gjørdist Jógvan Andras Joensen. Næstformaður gjørdist Johannis Jacobsen, skrivari Viggo í Stórustovu og kassameistari Elsa Poulsen. 

##med2##

Kyndilsliðið, sum spældi fyrsta dystin 21. mai 1956. Seks av spælarunum eru farnir. Manningin henda dagin var: St.f.v: Hannis Jacobsen, Viggo í Stórustovu og Vagnar Olsen. Húkandi f.v: Poli Jacobsen, Jógvan Andras Joensen og Nick Hansen. Fremst Dia Jacobsen málverji (Mynd: Vagnur Michelsen)

 

Fyrstu dystirnir

Fyrsti kappingardystur hjá Kyndli var 10. mai í 1956. Hann spældu kvinnurnar ímóti Neistanum. Úrslitið varð 1-1. Málið skeyt Alma Brend. Menninir spældu sín fyrsta dyst 21. mai ímóti Neistanum. Hann endaði eisini 1-1. Vagnar Olsen skeyt málið.

Fyrsta steypið vann Kyndil sama ár í stevnudysti í Vestmanna ímóti VÍF. Dysturin var sera spennandi og endaði 8-8. Umdystin vann Kyndil, og menn vóru ovurfegnir um fyrsta steyp felagsins.

Kyndil hevur síðan stovnanina staðið seg sera væl. Felagið hevur vunnið 30 meistaraheitir í mansadeildini og er mest vinnandi felagið í landinum. Eisini hevur felagið 8 ferðir vunnið kvinnudeildina, m.a. í 2014, 2017 og 2019.

Í yngru deildunum hevur Kyndil somuleiðis vunnið nógv meistaraheitir og nógvar steypakappingar. Dreingjadeildirnar hava mangan verið álitið, og gentudeildirnar standa seg eisini ofta væl.

Framfýsnir limir

Kyndil var felagið, sum í 1960'unum gekk á odda at vinna Føroyum altjóða viðurkenning sum hondbóltstjóð. Hon kom í 1970, og fyrsta Evropa Cup-dystin spældi Kyndil í Havn í 1972 ímóti IFK Helsingfors úr Finnlandi.

Longu í 1962 tók felagið stig til at sleppa í ítróttarhøll at spæla, men í 1964 kom stígur í verkætlanina. Fimm feløg í Havn, teirra millum Kyndil, tóku ætlanina uppaftur í 1966, og orsakað av hesum átakinum kom høllin á Hálsi.

Kyndil tók eisini saman við Neistanum og Fleyr stig til Gundadalshøllina, sum kom í 1984. Tá høllin á Hálsi varð útbygd fyri fáum árum síðan, var Kyndil alvirkið í trý ár at fáa ætlanina framda saman við kommununi.

Kyndil hevur í løtuni 26 lið í øllum deildum, og tilgongdin hevur verið góð í seinnu árini. Tá Kyndil fylti 60 ár í 2016, savnaðust 190 spælarar í høllini á Hálsi at fagna felagnum. Eisini var tá stór veitsla í HB-húsinum. Myndin varð tikin tá.

Tekstur: Uni Arge