Kyndil ætlar sær betri avrik - VÍF ætlar sær stabilari avrik (FM1)

(FM1) Hoyr upptaktssamrøðu við Agnas Olsen hjá VÍF og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, ið Sjúrður H. Hoydal gjørdi á FM1 seinnapartin

Agnas Olsen (VÍF) og Turið Arge Samuelsen (Kyndil) vóru gestir í SportBoxini á FM1 seinnapartin (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Agnas Olsen (VÍF) og Turið Arge Samuelsen (Kyndil) vóru gestir í SportBoxini á FM1 seinnapartin (Mynd: Óli G. Samuelsen)

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI, 

og hoyr upptaktssamrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Agnas Olsen hjá VÍF og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli á FM1 seinnapartin í dag.

 

VÍF og Kyndil spæla 2. FM-finaluna í Vestmanna í morgin klokkan 17. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

 

VÍF vann 1. FM-finaluna í høllini á Hálsi í Havn 26-23. Við til søguna hoyrir tó, at VÍF fór í tómgongd eina góða løtu tá tær vóru á odda 23-16. Kyndil megnaði at koma uppá javnleik 23-23 áðrenn Liljan Djurhuus við tveimum málum hálaði VÍF uppá turt aftur.

 

Agnas Olsen sigur, at tær í VÍF mugu hava eitt nógv stabilari avrik móti Kyndli í Vestmanna í morgin, tí tær kunnu ikki loyva sær at steðga upp sum tær gjørdu eina góða løtu í 1. FM-finaluni.

 

Turið Arge Samuelsen staðfestir, at tær í Kyndli mugu avrika væl betri yvir ein heilan dyst um tær skulu knógva VÍF, og vinna rættin til at spæla 3. FM-finaluna í Vestmanna sunnudagin klokkan 17. 

Agnas Olsen (VÍF) og Turið Arge Samuelsen (Kyndil) vóru gestir í SportBoxini á FM1 seinnapartin (Mynd: Óli G. Samuelsen)