Kyndil argaði, men H71 rann undan at enda

Tað leikaði javnt á millum H71 og Kyndil, men seinastu minuttirnar runnu favorittarnir undan

Leivur Mortensen skeyt sjey mál í sigrinum á Kyndli í kvøld. (Savnsmynd)

Leivur Mortensen skeyt sjey mál í sigrinum á Kyndli í kvøld. (Savnsmynd)

Okkaradeildin: H71 - Kyndil 28-23

H71 styrkti um favorittleiklutin hjá sær mikukvøldið, tá ið hoyvíkingar vunnu 31-17 á StÍF.

StÍF hevði fyri viku síðani vunnið við tíggju málum á Kyndli, so lítil ivi var um favorittleiklutin tá ið H71 og Kyndil dystaðust í dag.

Men einki bendi á nakran stórsigur, tá ið Kyndilsmenn forðaðu H71 at skjóta mál fyrstu løtuna og var frammanfyri 4-2 eftir fyrstu tíggju minuttirnar.

H71-álopið var nakað skert við tað at Hilmar Leon Jakobsen framvegis ikki er til reiðar at spæla og Elias E. á Skipagøtu heldur ikki spælir vegna eina brotna nøs.

Kyndil vardi við einar áhugaverdari og ágrýtnari verju, har teir størstu og sterkastu vardu aftanfyri Kristoffuri Bjørgvin. European Open-vinnarin gav neyðuga kvikleikan í verjuni, og H71-álopið, ið eisini gav European Open-vinnarum sum Paula Mittún og Boga Hansen nógva ábyrgd, tóktist heldur ørkymlað í løtum.

Tað gekk kortini heldur ikki væl hjá teimum grøna álopinum, og tað gjørdist tíðliga greitt, at verjurnar og málverjarnir høvdu høvuðsleiklutin í dystinum.

Dysturin javnaði seg og fyri steðgin hevði H71 hug at vera á odda, og hevði eisini leiðsluna í steðginum við 11-10.

Dystargongdin helt fram í seinna hálvleiki. H71 hevði hug at økja um munin, men Kyndil svaraði væl aftur hvørja ferð - í 40 minuttir.

Tá ið knappir tíggju minuttir restaðu í av dystinum var støðan 21-21, men so skrædnaði hjá Kyndilsmonnum. H71 fór fyrst tvey mál framum, og seinastu tríggjar minuttirnar øktu hoyvíkingar upp í endaliga úrslitið 28-23.

Vinstri vongurin, Leivur Mortensen, gjørdist toppskjútti hjá H71 við sjey málum - trý vóru eftir brotskast. Pauli Mittún og Vilhelm Poulsen fingu hvør síni fimm mál.

Hjá Kyndli var høvuðsleikluturin í álopinum givin Rógva Dal Christiansen. Hann gjørdist eisini toppskjútti saman við Anders Risdal við fimm málum í part.

Leivur Mortensen skeyt sjey mál í sigrinum á Kyndli í kvøld. (Savnsmynd)