Kyndil endar samstarv við venjaran og setur ímynd í staðin

Fleirfaldi Føroyameistarin og Kyndilsímyndin, Høgni Klein, tekur yvir í Kyndli eftir bara tríggjar dystir í Okkaradeildini

Kyndilsímyndin, Høgni Klein, tekur við sum venjari hjá Kyndilsmonnum (mynd: Kyndil.fo)

Kyndilsímyndin, Høgni Klein, tekur við sum venjari hjá Kyndilsmonnum (mynd: Kyndil.fo)

Kyndil hevur fingið vána byrjan upp á kappingarárið í Okkaradeildini. Eftir tríggjar teir fyrstu dystirnar ímóti Neistanum, StÍF og H71 hevur Kyndil einki stig, og nú skiftir felagið venjaran út.

Kyndil gjørdi longu tíðliga í ár avtalu við danska venjaran, Tom Jensen, ið tók við hetta kappingarárið. Men eftir tríggjar dystir skrivar Kyndil í kvøld á heimasíðuni, at felagið og venjarin eru komin ásamt um at steðga samstarvið longu nú.

Kyndil hevur nú leitað sær til eina ímynd av seinastu stórtíðini hjá felagnum. Høgni Klein, ið var avgerandi partur av Kyndilsættarliðnum, ið millum annað vann FM í 2004, 2006 og 2007 venur nú Kyndilsmenn.

Tummas Pauli Hanusarson heldur fram sum leikandi hjálparvenjari.

Kyndilsímyndin, Høgni Klein, tekur við sum venjari hjá Kyndilsmonnum (mynd: Kyndil.fo)