Kyndil fær danskan styrk

32 ára gamal dani skal vera við at til at styrkja um Kyndla-liðið komandi kappingarár.

Mansliðið hjá Kyndli fær komandi kappingarár styrk við danska leikaranum, Anders Risdal. Tað boðar felagið frá í kvøld.

Anders Risdal er 32 ára gamal, úr Aalborg og er lámur. Hann hevur í nógv ár spælt í næstbestu donsku deildini.

Hann hevur royndarvant við Kyndli seinastu vikuna, og nú eru partarnir vorðnir samdir um at undirskriva sáttmála.

- Tá møguleikin kom at sleppa til Føroya at uppliva eina øðrvísi mentan og eitt annað hondbóltsumhvørvi, fekk eg ikki sagt nei, sigur Anders sambært facebook-síðuni hjá Kyndli.

- Eg gleði meg til eitt feitt ár, har eg fari at gera alt eg eri mentur fyri at felagið fær succés og blandar seg í toppin, sigur hann víðari.

Facebook-síðan hjá Kyndli skrivar, at tey hava valt at styrkja um hópin av tí at fleiri av ungu kyndlamonnunum fara til Danmark í lestrarørindum eftir hetta summarið.