Kyndil-H71 19-23: Hoyr dystarendan og samanumtøku hjá FM1

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu minuttunum av mansfinaluni, og hoyr samanumtøkuna hjá Teiti Joensen

Peter Krogh skoraði fýra mál, og stóð sum ein brandur í verjuni hjá H71 í dag

Peter Krogh skoraði fýra mál, og stóð sum ein brandur í verjuni hjá H71 í dag

##med2##

Hetta bleiv ein stórur H71-dagur. Væl skipaða ungdómsarbeiðið farnu árini ber nú frukt á øllum frontum, og í dag er H71 staðfestur steypavinnari hjá bæði kvinnum og monnum.

H71 er eisini partur av fleiri ungdómsfinalum, so nógv steyp eru í væntu í Hoyvík hetta vikuskiftið.

Kyndilsmenn stríddust væl, og aftaná at hava verið aftanfyri 1-5 í fyrra hálvleiki stríddu teir seg innaftur í dystin, og í steðginum í mansfinaluni var H71 bara á odda 10-9. Í seinna hálvleiki var H71 tó omaná og seinastu løtuna var tað greitt, at tað bar móti fjórða steypasigrinum í søguni hjá mansliðnum hjá H71. H71 vann at enda rættiliga trygt 23-19.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu minuttunum av mansfinaluni. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Teiti Joensen, viðmerkjara sum staðfestir ein uppibornan H71-sigur í dag. 

##ms##

Peter Krogh skoraði fýra mál, og stóð sum ein brandur í verjuni hjá H71 í dag

(Dystarendin og samanumtøka: Kyndil-H71 19-23)