Kyndil hevndi seg inn á VB í seinna hálvleiki

Eftir tapið í Klaksvík seinasta vikuskiftið, hevndi Kyndil seg inn á VB-kvinnur, ið máttu suður við avsmurningi í viðførinum

Turið Arge skeyt 16 mál úr opnum spæli, tá ið Kyndil vann stórsigur ímóti VB

Turið Arge skeyt 16 mál úr opnum spæli, tá ið Kyndil vann stórsigur ímóti VB

SMS-deildin: Kyndil - VB 39-18 (13-9)

Favorittarnir í SMS-deildini, sambært miðlunum, fingu ein hvøkk farna vikuskiftið, tá ið Kyndil tapti 18-17 ímóti Stjørnuni.

Kortini mundi Kyndil vera favorittar, tá ið VB vitjaði í Høllini á Hálsi í dag. VB hevur ikki fingið stig í sínum fyrstu tveimum dystum, men eftir 20 minnutum av fyrra hálvleiki kundi hugsast at VB kundi geva Kyndli enn ein hvøkk, tí eftir trý mál á rað, minkaði VB niður í støðuna 10-9.

Men so hevði Kyndil fingið nokk.

Munurin øktist upp í hálvleiksstøðuna 13-9, og í seinna hálvleiki var eingin grið frá teimum grønu.

Tí í seinna hálvleiki skutu Kyndilskvinnur eitt mál fyri hvørji 69 sekund sum fóru av klokkuni, og vunnu dystin við úrslitinum 39-18.

Turið Arge gekk undan við 16 málum - øll úr opnum spæli. Súna Krossteig Hansen fekk sær 10 mál úr opnum spæli.

Fyri VB skutu Slobodanka Bandobraski og Dajana Komenda ávikavist seks og fimm mál.

Les eisini (trýst)

Kyndil knógvaði KÍF í spennandi dyst

 

 

Turið Arge skeyt 16 mál úr opnum spæli, tá ið Kyndil vann stórsigur ímóti VB