Kyndil hevur skund - StÍF skal reisa seg aftur

Vónríkir strandingar bjóða vónbrotnum kyndilsmonnum av í Okkaradeildini í kvøld

Hjalti Mohr Jacobsen og Kyndil skulu renna skilagott aftur ímóti strandingum í kvøld

Hjalti Mohr Jacobsen og Kyndil skulu renna skilagott aftur ímóti strandingum í kvøld

Okkaradeildin: Kyndil - StÍF klokkan 20.00 í Høllini á Hálsi

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum (trýst)

Innanhýsis dystir hetta kappingarárið:

StÍF - Kyndil 39-29 (21. september á Skála)

StÍF hevur fingið eina framúr byrjan á kappingarárið, men skal halda fram at vinna sær stig, um tað skal eydnast at staðfesta seg ímillum fýra tey fremstu.

Við einari øgiligari skjótálopsmaskinu hevur StÍF tikið nærum øll liðini á bóli, men sunnudagin máttu strandingar lata stigini vera eftir í Vestmanna, eftir at hava brent ov nógvar møguleikar.

Okkaradeildin er tættari enn nakrantíð, og hvør dystur hevur stóran týdning. Fyrst og fremst snýr tað seg um at enda millum fýra tey fremstu eftir 18 dystir.

Við sigri á Kyndli í dag kann StÍF økja upp í sjey stig niður til Kyndil við tíggju dystum eftir at leika.

Vinnur Kyndil kann munurin minkast niður í trý stig til StÍF og tvey stig til VÍF. Kyndil hevur tá 11 dystir eftir, og fer av álvara at melda seg inn í hálvfinalustríðið.

Skal tað eydnast Kyndli at spæla seg við aftur í stríði í kvøld verður neyðugt at renna. Strandingar seta fulla ferð á hvørja ferð teir fáa bóltin, og tað krevur renniorku. Kyndilsmenn skulu fyrst og fremst renna rætt aftur, og síðani gera av um teir vilja spæla við í høgu leikferðini tá ið teir sjálvir hava bóltin.

 

Støðan í Okkaradeildini áðrenn dagsins dyst (hsf.fo):

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7172071654212
2KÍF7201178239
3StÍF719419229
4VÍF7194183118
5Neistin718217486
6Kyndil6154160-64
7Team Klaksvík7151231-800

 

 

Hjalti Mohr Jacobsen og Kyndil skulu renna skilagott aftur ímóti strandingum í kvøld