Kyndil knógvaði KÍF

Kyndil var á odda 6-0 og megnaði akkurát at halda fast til dystarenda

Savnsmynd. Hjalti Mohr Jacobsen og kyndilsmenn vunnu umráðandi sigur í kvøld.

Savnsmynd. Hjalti Mohr Jacobsen og kyndilsmenn vunnu umráðandi sigur í kvøld.

Hvørki KÍF ella Kyndil hevði ráð at tapa í kreppudystinum í Kollafirði í kvøld.

Men fyrstu løtuna tóktist KÍF-álopið ikki at hava fingið hetta við, og megnaði ikki at skjóta mál. 

Tað gjørdu kyndilsmenn í hinum endanum og støðan gjørdist 6-0 til grønu gestirnar.

KÍF tók time-out og fekk minkað um munin til 6-2, men Kyndil helt munin kortini.

Hans Eli Sigurbjørnsson gekk einsamallur undan hjá KÍF, meðan Kyndil skapti møguleikar av øllum plássum. 

Við støðuni 14-8 til Kyndil tók KÍF enn eitt time-out, og nú batnaði hjá kollfirðingum. 

Við hálvleik var munurin minkaður niður í 15-12 til Kyndil, og KÍF helt fram í seinna hálvleiki. 

Eftir átta minuttum var støðan 16-15 til Kyndil, sum hevði møguleikan at økja við brotskasti. Men Joakim Jurs bjargaði skotinum - við høvdinum.

Kollfirðingar kravdu reytt kort fyri at skjóta málverjan í høvdið, men mett var at málverjin sjálvur toygdi seg eftir bóltinum. 

Løtu seinni javnaði Nicklas Selvig til 16-16 í skjótálopi, og minuttin eftir kom KÍF aftur í skjótálop - men Tórður Guttesen bjargaði og Kyndil tók time-out. 

Nú eydnaðist betri hjá teimum grønu, og við góðum málum frá høgra bakki og vongi, Anders Risdal og John í Innistovu økti Kyndil upp í 19-16. Eitt korter restaði í og KÍF tók time-out.

Tað bøtti beinanvegin um, og Rúni Joensen skoraði tvey framúr mál úr spískum. Støðan var nú 19-18.

Men Anders Risdal var heitur og økti aftur tvær ferðir til 21-18 til Kyndil.

KÍF vardi langt frammi á vøllinum, og hetta gav úrslit næstu løtuna, tá ið Hans Eli Sigurbjørnsson fór í skjótálop tvær ferðir og minkaði niður í eitt mál á muni aftur. 

Kyndil økti upp í trý aftur og KÍF minkaði niður í eitt mál á muni aftur við fimm minuttum eftir.

Kyndil tók sítt seinasta time-out á odda 24-23, men hevði framvegis stórar trupulleikar av áræsnu verjuni hjá KÍF. 

KÍF fekk tveir fríar møguleikar at javna, sum Tórður Guttesen stórbjargaði. Men í triðju atløgu eydnaðist tað. 24-24 og tveir minuttir eftir. 

Alt stóð uppá spæl í dystarendanum, har ið bæði liðini fingu hvør sítt mál og útvísing, áðrenn dysturin varð avgjørdur. Kyndil kom á odda og KÍF hevði 10 sekund at javna, men Kyndil taklaði og so varð dysturin av. 

Kyndil hevði vunnið 26-25.

Savnsmynd. Hjalti Mohr Jacobsen og kyndilsmenn vunnu umráðandi sigur í kvøld.