Kyndil spilti gullveitsluna í Vestmanna: FM verður avgjørt í morgin

Kyndil var á odda allan dystin ímóti VÌF og tryggjaðu sær ein seinasta finaludyst sunnudagin

Turið Arge Samuelsen og liðfelagarnir í Kyndli vunnu sær rættin at spæla 3. FM-finaluna í morgin klokkan 17 í Vestmanna

Turið Arge Samuelsen og liðfelagarnir í Kyndli vunnu sær rættin at spæla 3. FM-finaluna í morgin klokkan 17 í Vestmanna


VÍF hevði møguleikan at vinna sær Føroyameistaraheitið eftir at ráðandi Føroyameistararnir høvdu vunnið fyrstu finaluna mikukvøldið.

Vann Kyndil, so skuldi ein seinasta finala spælast sunnudagin klokkan 17.00.


Tað var VÍF sum byrjaði við bóltinum, men Kyndil, ið byrjaði best. Kyndil legði frá fyrsta bríksli tveir leikarar fram at taka stórskjúttarnar, Liljuna Djurhuus og Duritu C. Jojic burtur úr spælinum. Hetta ørkymlaði VÍF nakað, og í fyrsta álopinum var bólturin tveittur burtur.

Kyndil revsaði og hetta var bara byrjanin. Eftir lítlari løtu var støðan 0-3 til Kyndil, og VÍF hevði ikki havt ein møguleika ímóti málinum enn.

Tað kom eitt sindur betri glið á álopið hjá VÍF eftir einari løtu, har serliga Brynja Rógvadóttir dugdi at taka av plássinum, ið kom við dupultu mansverjuni.

Í hinum endanum var strikuleikarin, Karin Midjord sterkasta vápnið hjá Kyndli. Tað var neyðugt hjá Kyndli at finna vápn, tí Bára Krossteig Hansen stríddist við sjúku og fekk ikki spælt nakað serligt. Anna Brimnes skuldi avloysa í bakketuni, men tað kundi hugsast at Kyndil saknaði liðskiparan hjá sær, tí Kyndil fekk ikki heilt so nógv burtur úr av bakkunum, og tær eru vanar.

Jovana Stranjanac bjargaði nógvar royndir ímóti kyndilsverjuni, og verjan trýsti VÍF til mistøk. Støðan gjørdist 4-8 eftir 17 minuttum, men VÍF nýttu somu uppskrift at venda gongdini. Vivian Petersen fekk fatur á kyndilsskotunum, og VÍF revsaði nøkur mistøk, so at stutt fyri steðgin gjørdist støðan 10-10.


Annar hálvleikur byrjaði við málum til bæði liðini, áðrenn Vivian Petersen bjargaði brotskasti og Jovana Stranjanac bjargaði fríum skjótálopsmøguleika úr høgru. Næstu báðir VÍF-møguleikarnir komu eisini úr høgru og í báðum førum bjargaði kyndilsmálverjin eisini.

Kyndil fekk eina tveymálsleiðslu av hesum, men eftir tvær kyndilsútvísingar var aftur javnt.

VÍF fekk eisini møguleikan at leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, men nú fór kyndilsálopið at bragda. Bára Krossteig Hansen kom inn at skipa spælið eina løtu, og hetta tóktist at hóva Mariannu Geirsdóttir Eystberg, sum fór at skjóta mál eftir vild.

Eftir trý mál frá vinstra bakkingum, gjørdist støðan 15-18 til Kyndil miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Okkurt mátti henda hjá VÍF, og loysnin var tann sama sum hjá Kyndli. Bæði Marianna Geirsdóttir Eystberg og Súsanna Krossteig Hansen vórðu tiknar úr spælinum. Í hinum endanum hevði Kyndil slept mansverjunum.

Málverjarnir hjá VÍF hildu vónina uppi hjá vestmenningum, tá ið fyrst Ragnhild av Heygum bjargaði brotskasti – hitt triðja brenda kyndilsbrotskasti, og Viviann Petersen bjargaði fleiri møguleikum.

Tað gjørdi Jovana Stranjanac eisini í hinum endanum.

Um hetta mundið kostaðu útvísingar dýrt fyri VÍF, og munurin fór at økjast. Við góðum seks minuttum eftir var Kyndil á odda 16-20, og tað mundi fara at krevja nógv av VÍF at koppa dystinum aftur.

Næstu løtuna fossaðu málini inn við skjótum millumbilum í báðum endum.

Tá ið tað loksins eydnaðist VÍF at trýsta Kyndil til mistøk, so kom ikki mál í mótálopinum. Tvær ferðir misnýttu VÍF møguleikan, og so hevði Kyndil bóltin á odda 19-22 við hálvum øðrum minutti eftir.


Dysturin var avgjørdur, og at enda komu nøkur týdningarleys mál, ið gjørdu endaliga úrslitið til 20-24 til Kyndil.


Í morgin, sunnudagin, verður so seinasta finalan. Hon verður leikt klokkan 17.00 í Vestmanna

Turið Arge Samuelsen og liðfelagarnir í Kyndli vunnu sær rættin at spæla 3. FM-finaluna í morgin klokkan 17 í Vestmanna