Kyndil-StÍF 32-18 (SMS) : Hoyr samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr toppskjúttan hjá Kyndli, Súnu Krossteig Hansen og annan av venjarunum hjá StÍF, Jón Rasmussen seta orð á dystin

Súna Krossteig Hansen skoraði níggju mál fyri Kyndil móti StÍF í kvøld

Súna Krossteig Hansen skoraði níggju mál fyri Kyndil móti StÍF í kvøld

##med2##

Kyndil vann aftur greitt á StÍF í SMS-deildini á hesum sinni. Seinast liðini hittust í høllini á Skála vann Kyndil 35-13. Í kvøld var úrtøkan frægari hjá StÍF. Kyndil vann við 14 málum í høllini á Hálsi í Havn í kvøld. Tað var bert ta fyrstu løtuna í fyrra hálvleiki, at tað var javnt.

Kyndil-StÍF 32-18 (16-9)

Kyndil:  Súna Krossteig Hansen 9, Natasja Hammer 7, Ásleyg Súnadóttir Hansen 4, TuriðArgeSamuelsen 4, Halla Midjord 3, Bára Krossteig Hansen 3, Karin Midjord 1 og Stefania Laursen 1.

StÍF:  Haruka Gima 8, Vár Poulsen 3, Karina Høgnesen 2, Erla Petersen 2, Emmy Kass 1, Kristina Mikkelsen 1, Yuiko Karamoto 1. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá tí seinastu løtuni av dystinum og stutt taka samanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Súnu Krossteig Hansen, ið heldur, at StÍF gjørdi tað væl frægari enn seinast, og hon heldur, at Haruka Gima hjá StÍF er ein framúrskarandi spælari. Súna er glað fyri, at tær í Kyndli fingu staðfest sigurin tíðliga so tær kundu loyva sær at geva øðrum spælarum møguleikan seinastu løtuna. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av venjarunum hjá StÍF, Jón Rasmussen sum ikki er nøgdur við leikliga avrikið. Jón ásannar, at Kyndil er betri liðið, men hann heldur, at strandakvinnur kundu stríðst munandi meir enn tær gjørdu í kvøld. 

 

 

Súna Krossteig Hansen skoraði níggju mál fyri Kyndil móti StÍF í kvøld

(Samrøður: Bára K. Hansen og Jón Rasmussen)