Her er nýggi venjarin hjá ÍF

- Eg havi ein kærleika fyri Fuglafirði, sigur gamli kenningurin, sum er aftur í ÍF

Tað verður Albert Ellefsen, sum verður fyribils venjari í Fuglafirði, eftir at Jákup Mikkelsen legði frá sær í gjár. Albert Ellefsen er fyrrverandi venjari hjá felagnum og hevur í ár verið hjálparvenjari hjá 07 Vestur.

 

- Fyribils taki eg ein dyst á gangin. Vinna vit á Skála og 07 vestur, meðan hini liðini deila stigini, so er alt væl møguligt, sigur Albert Ellefsen, um møguleikarnar at yvirliva í bestu deildini.

 

ÍF hevur bara seks stig í botninum í bestu deildini og tað eru 11 stig upp til bjargingina. Tí eru útlitið ikki góð, men tað er heldur ikki einasta motivatióni hjá Alberti Ellefsen.

 

- Eg havi ein kærleika fyri Fuglafirði. Har eru nógvir góðir spælarar, men eisini onkrir veikleikar. Millum annað hevur liðið latið 45 mal inn higartil, sigur Albert Ellefsen.

 

Skráin hjá ÍF er í løtuni, at liðið skal spæla móti Skála í komandi umfari, síðani í við Stórá áðrenn HB kemur á vitjan. Tað kundi sæð út til, at Albert Ellefsen fyribils tekur sær av liðnum fram til 20. umfar. Tá er steðgur í landskappingini í næstan tríggjar vikur, og ÍF kennur tá helst sína lagnu.

 

- Eg taki fyribils yvir. Nú fáa vit at síggja hvussu tað fer at ganga. Helst hava úrslitini komandi umførini týdning fyri samstarvið restina av árinum, sigur Albert Ellefsen.

 

Hann var seinast venjari í Fuglafirði í 2014.