Kyndilskvinnur fingu ikki trupulleikar av StÍF

Kyndil tók sær ongantíð av løttum og vann at enda við 14 málum.

Turið Arge og Kyndil liggja nú næstfremst í SMS-deildini eftir at hava vunnið á Teresu Eidesgaard og StÍF

Turið Arge og Kyndil liggja nú næstfremst í SMS-deildini eftir at hava vunnið á Teresu Eidesgaard og StÍF

SMS-deildin: Kyndil - StíF 32-18

Les eisini: Kyndil kann taka H71 aftur í kvøld

Kyndil er nú á øðrum plássi í SMS-deildini eftir at hava vunnið greiðan sigur á StÍF.

Kyndil vóru stórfavorittar, men vóru undir trýsti fyrsta korterið ella so eftir at StÍF tók eina 4-1 leiðslu aftur. Men frá støðuni 7-5 til Kyndil fóru Føroyameistararnir at økja. StÍF fekk trupult at skjóta mál, meðan serliga Súna Krossteig Hansen og Natasja Hammer brutu væl ígjøgnum á bakkunum. So gjørdist hálvleiksstøðan 16-9 eftir ein fyrra hálvleik har áskoðarar enn einaferð kundu njóta hugfloðið hjá Haruku Gima, ið stóð fyri tí mesta í StÍF-álopinum. Millum annað stóð japanski bakkurin fyri dagsins besta uppleggi, tá ið hon hugdi yvir á vinstra bakk samstundis sum hon spældi Vár Poulsen fría, ið tók av møguleikanum.

Kyndilsáskoðarar fingu ein lítlan hvøkk í fyrra hálvleiki, tá ið Jovana Stranjanac fekk fingrarnar á eitt skot frá Haruku Gima, og serbiski málverjin tóktist at fáa sera ilt av bjarginini. Hon kom kortini inn aftur eftir at hava sitið leingi við ísi á hondini, og gjørdi sítt til at strandakvinnur fingu sera trupult at skjóta mál í seinna hálvleiki. Kyndil skifti væl út, og setti ungar og svangar leikarar inn og tær hildu fram at økja.

Súna Krossteig Hansen var toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum, meðan Natasja Hammer skoraði sjey ferðir.

Haruka Gima var enn einaferð toppskjútti hjá StÍF. Hon fekk átta mál í kvøld.

Endin var, at Kyndil vann dystin 32-18 og nú bert er tvey stig aftanfyri VÍF, ið liggur á odda í SMS-deildini. Bæði Kyndil og H71 hava 10 stig, men Kyndil er betri innanhýsis.

Turið Arge og Kyndil liggja nú næstfremst í SMS-deildini eftir at hava vunnið á Teresu Eidesgaard og StÍF