La Liga spælarar kappast á Play Station og savna inn pening

Ein spælari frá hvørjum av teimum 20 liðunum í La Liga skal kappast á Play Station fyri at savna inn pening til vælgerandi endamál

Sergi Roberto umboðar FC Barcelona í serligu Play Station kappingini millum spælarar í La Liga

Sergi Roberto umboðar FC Barcelona í serligu Play Station kappingini millum spælarar í La Liga

Marco Asensio, Sergi Roberto, Adnan Januzaj og 17 aðrir spælarar, ið umboða øll feløgini í La Liga í Spania fara hetta vikuskiftið at kappast á Play Station, har talan sjálvandi er um FIFA-spælið hjá Play Station.

Talan er um eitt vælgerandi endamál har innkomni peningurin fer til at hjálpa fólki kring Spania nú Corona herjar.

Allir Play Station dystirnir vera sendir beinleiðis, og eru tað spanskir frásøgumenn sum vanliga siga frá dystum í La Liga, ið siga frá dystunum har Marco Asensio, Sergi Roberto, Adnan Januzaj og hinir 17 spælararnir kappast á Play Station.

La Liga hevur gjørt hesa kappingina til eina almenna kapping hjá La Liga fyri, at kappingin skal hava so høga prestisju sum til ber. 

Ikki færri enn 62.000 hyggjarar vóru "on line" og hugdu eftir grannauppgerðini millum Sergio Reguilón hjá Sevilla og Borja Iglesias hjá Betis Sevilla. Betis Sevilla vann uppgerðina 6-5, har Borja Iglesias skoraði reint hattrick til stóra frøði fyri Betis Sevilla fjeppararnir, ið sótu heima og hugdu eftir hesari serligu grannauppgerðini.

Talan er um eina kapping eftir Cup-leistinum, har tapandi liðið/spælarin ikki fær ein nýggjan møguleika, men er úti av kappingini.

Møguliga burdu vit í Føroyum havt eina líknandi kapping fyri Betrideildar-spælarar. Við 10 liðum í Betrideildini hjá monnum og seks liðum í Betrideildini hjá kvinnum er talið júst 16, og tað er perfekt til eina kapping eftir cup-leistinum. 

 

 

 

 

Sergi Roberto umboðar FC Barcelona í serligu Play Station kappingini millum spælarar í La Liga