Lagerbäck: Fantastisk við bara 50 túsund íbúgvum

Lars Lagerbäck rósar Føroyum: Fantastisk avrik við bara 50 túsund íbúgvum

Norska landsliðið hevur nú á døgurða tíðindafund undan EM-landsdystinum móti Føroyum. Umboð fyri norska landsliðið eru landsliðsvenjarin, Lars Lagerbäck, og landsliðsspælarin Joshua King, sum spælir við AFC Bournmouth.

Hæddarpunktið á tíðindafundinum fyri føroysku lesarnar, er móti endanum, tá Lars Lagerbäck og Joshua King fá spurningar um føroyska landsliðið.

- Eg havi stóra virðing fyri føroyska liðnum. Liðið er væl skipað og vóru torførir at bróta niðir, men blívu eitt sindur troyttir móti endanum. Tað tú hugsar um, at tit bara eru 50 túsund íbúgvar, so eru tað fantastiskt, tað sum tit avrika, sigur Lars Lagerbäck.

##med2##

- Føroyar er eitt lið, sum arbeiðir hart og torir at hava bóltin. Teir bleiv ein torførur dystur í Føroyum, men tað var eisini okkara vánaligasti dystur í hesi undankappingini. Fólk hava goldið fyri at síggja dystiin í morgin, og vit fara at royna at geva teimum nakað aftur og undirhalda, sigur Joshua King.

12 túsund atgongumerki seld

Fyrst á tíðindafundinum verður kunngjørt, at 12.000 atgongumerki eru seld til dystin. Tað tykist púra greitt, at Norra hevur tveitt handklæðið í ringin fyri at koma víðari úr EM-bólkinum. Fyrsti spurningur er, um lága áskoðaratalið er eitt tekin um, at áskoðararnir svíkja norska landsliðið.

- Eg haldi ikki at áskoðararnir svíkja okkum, tað er heldur vit sum hava svikið áskoðarar. Hetta verður ein venjing til dystin móti Serbia í Nations League, sum er tann stóri dysturin fyri okkum, men vit mugu tað dystin í álvara, Jouhua King.

##med3##

Sáttmálin hjá Lars Lagerbäck gongur í eftir hesa kappingina, men áleyparin úr Premier League ynskir at Lars Lagerbäck heldur fram.

- Eg vil gjarna at Lars Lagerbäck skal halda fram sum norskur landsliðvenjari. Hann hevur givið okkum góð úrslit og hann er ein góður pápafigurur, sigur Joshua King. Eftirfylgjandi takkar Lars Lagerbäck fyri góðu orðini og sigur við einum smíli, at King hevði verið ein góður umboðsmaður.

Erling B. Håland og málskjótin

Síðani fór tað at snúgva seg um málskjóting og nýggja stjørnuskotið hjá Norra, Erling Braut Håland. Fyrst verður King spurdur um 16 mál í 44 dystum er ov lítið.

- Eg havi ikki sett mær eitt mál, um hvussu nógv mál eg skal skjóta. Eg hugsi ikki um met ella annað. Erling Braut Håland skorar hvønn tann einasta dyst, so kanska hann tekur tað, men um tað verður brotsspark so taki eg brotssparkið. Ongin ivi um tað, sigur Joshua King við einum brosi.

Norskir miðlar eru á tremur við søgum 19 ára gamla Erling B. Håland, sum hevur skotið 21 mál í 16 dystum fyri Red Bull Salzburg. Hetta er bara aðru ferð, at hann er úttikið til norska landsliðið.

- Eg havi bara ein landsdyst saman við Erlingi. Hann kemur við einum sjálvsálti. Hann er ungur og ein av fleiri góðum áleyparum, sum vit hava. Nú vóni eg bara at hann heldur fram við at skjóta mál. Enn er hann ungur og hevur nógv at læra, men hann er ein svangur spælari. Vit eru eitt álopspar og vit skulu arbeiða sum eitt par. Tá ein kemur í móti og ein rennur í djúptina, sigur Joshua King og letur orðið víðari ti Lars Lagerbäck.

##med4##

- Vit hava tosað við hann og hann tekur meiri og meiri ábyrgd. Vit tosa við hann til venjing, men vit skulu eisini ansa eftir ikki bara at tosa um hann. Í Salzburg fær hann góða servis og tað hevur hann tikið av.

EM-landsdysturin millum Norra og Føroyar verður fríggjadagin klokkan 17. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Brandur Hendriksson í dysti móti Norra fyrr í ár. Norra vann 2-0

Mynd: (Álvur Haraldsen) Martin Ødegaard (t.v) og René Shaki Joensen hava báðir givið avboð til dystin hesaferð

Mynd: (Álvur Haraldsen) Lars Lagerbäck væntast at halda fram sum landsliðsvenjari hjá Norra