Lampard undir stórum trýsti

Fær Frank Lampard sekkin í Chelsea, so tekur fyrrverandi Liverpool-venjari møguliga við.

Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Chelsea síðstu tíðina, og eftir 3-1-tapið ímóti Manchester City í gjár hevur trýstið á venjaran, Frank Lampard, hug at veksa.

Chelsea hevur nú einans vunnið ein dyst í síðstu seks royndunum í Premier League, og Frank Lampard er tann Chelsea-venjarin, sum hevur fingið fæst stig í miðal síðani Roman Abramovich tók við sum eigari av felagnum. Lampard fær 1,67 stig í miðal fyri hvønn dyst.

Tað hevur ljóðað, at nakrir av leikarunum eru ónøgdir við Frank Lampard sum venjara, og The Athletic skrivar, at leiðslan er farin at hyggja sær eftir øðrum møguligum venjarum. Ein teirra skal vera Brendan Rodgers, skrivar miðilin.

- Fyri einum mánaða síðani tosaðu fólk um nær eg fór at fáa nýggjan sáttmála. Soleiðis er fótbóltur. Tú ert undir einum ævigum trýsti, segði Frank Lampard á tíðindafundinum eftir dystin í gjár.

Chelsea hevur keypt stórt inn til hetta kappingarárið, og eitt nú Timo Werner og Kai Havertz hava ikki heilt avrikað tað, sum roknað var við.

- Eg havi álit á mínum spælarum, og eg hopi ikki tað ljóðar sum um eg eri eftir teimum. Eg eri eisini tann fyrsti at hyggja at mær sjálvum í spegilinum, segði Frank Lampard á tíðindafundinum.

Næsti dystur hjá Chelsea verður sunnudagin ímóti Morecambe í FA Cup, og næsti Premier League-dystur teirra verður fríggjakvøldið í aðru viku á útivølli ímóti Fulham.