Lance Armstrong: Frá byrjan til enda

Domukemtarurin: Frá sjey Tour de France sigrum og hetjustatus til snýtara og tapara. Tað er søgan um Lance Armstrong

Í ÍtróttarSosialinum ummæla og vísa vit javnan til filmar, dokumentarar og bøkur, sum hava við ítrótt at gera. Bæði føroyskan og útlendskan ítrótt. Nú føroyskur fótbóltur og partar av ítróttarheiminum byrja at venja aftur, so fer In.fo at geva tykkum nøkur góð ráð at stytta um tíðina til ítrótturin aftur fer í gongd.

Síggj dokumentarin um Lance Armstrong við at trýsta HER 

Hann var nærmast ikki til at vinna á. Hann vann heimsins størstu súkklukapping, Tour de France, heilar sjey ferðir. Hann vann á krabbameini og kláraði síðani, at innsavna hundraðtals milliónir til vælgerandi endamál. Lance Armstrong var ein fyrimynd fyri mong menniskju kring allan heimin.

Tað var bara ein stórur trupulleiki. Lance Armstrong var dopaður. Tann ótrúliga vakra myndin, ið hann megnaði at tekna av sær sjálvum, var púra følsk. Lance Armstrong hevði tað ikki lætt í uppvøkstrinum, men útlitini batnaðu tá ið hann útmerkaði seg sum súkklari longu á ungum árum. Hann var mangan fremstur, men tað gjørdist alsamt truplari, tá ið doping vann seg fram í tíðina og fekk tøkur á súkklingini.

Ein stórur partur fór at snúgva seg um hvør dugdi best at dopa seg, og ikki minst hvør dugdi best at fjala tað. Hesi bæði var Lance Armstrong ein sannur meistari til. Ískaldur við ógvusligum framferðarhátti særdi og oyðilegði hann nógv fyri fólk, ið stóðu honum nær, og tað verður hildið fyri vist, at hann er sociopat.

##med2## 

Hesin dokumentarurin fylgir allari leiðini hjá Lance Armstrong og lýsir framúr væl hvussu hann við dopingini vann seg upp á tindarnar og snýtti milliónir av fólki. Fyrrverandi liðfelagar, starvsfelagar og vinfólk geva við sínum frágreiðingum serligt innlit í hvussu Lance var sum menniskja, hvørjar mannagongdir hann brúkti fyri at krógva dopingina og at snúgva sær undan hvørjaferð hann var um at verða avdúkaður.

Tey greiða eisini frá hvussu svikið hjá Lance Armstrong hevur kostað teimum dýrt persónliga. Bøkur eru skrivaðar um lívið hjá Lance Armstrong, men hesin dokumentarurin hevur allar lyklapersónarnar við, og vísir sjónbond av hvussu hann leyg og hótti seg burturúr trupulleikum.

##med3##

Avdúkingar og prógv verða víst síðu um síðu við øllum lygnunum, ið hann bar fram, og tað gevur eina veruliga og góða mynd av hvussu skelkandi góður lygnari Lance Armstrong var. Tað er nærum ótrúligt, at tað skuldi lata seg gera at svika so ógvusliga í so mong ár uttan at verða avdúkaður, men hesin dokumentarurin vísir hvussu tað við óhugnaligum snildum lat seg gera.

Dokumentarurin ‘Stop at Nothing’ er 1 tíma og 29 minuttir langur. Hann sæst júst nú ókeypis á DR TV. Í eftirmælinum í ÍtróttarSosialinum fær hann fimm av seks stjørnum. Hóast ein stjørna restar í til fult hús, so er hetta ein av teimum, sum ein og hvør við ítróttaráhuga má síggja.

Her er listin av dokumentarum og filmum, sum In.fo mælir til at síggja:

- Frá Diego til Maradona (DR.dk)

- 9.79* Søgan um Ben Johnson og Seoul 1988 (DR.dk)

- Lance Armstrong: Frá byrjan til enda (DR.dk)