Landskrona-sending á FM1 leygardagin klokkan 15 til 17

Seinnapartin leygardagin fara reportarar hjá FM1 at práta við spælarar og aðrar sum vóru partur av landsliðshópinum í 1990 og 1991

Savnsmynd av Torkili Nielsen, ið gjørdist sigursmálskjútti og málverjanum, Jens Martini Knudsen

Savnsmynd av Torkili Nielsen, ið gjørdist sigursmálskjútti og málverjanum, Jens Martini Knudsen

Í morgin eru 30 ár síðani minniliga 1-0 sigurin hjá Føroyum í Landskrona í Svøríki.

Føroyar koppaðu Eysturríki í EM-undankappingardysti, fyrsta dystinum Føroyar spældu í einari altjóða kapping.

Klokkan 15 til 17 í dag verður ein serlig sending á FM1, har reportarnir hjá FM1 - Árni Gregersen verður sjálvur annar - fara at práta við spælarar og aðrar sum vóru partur av landsliðshópinum í 1990 og 1991. Hin reportarin verður Tróndur Arge. 

Ætlandi verður eisini ringt til onkra Landskrona-hetju, ið ikki fær verið í Føroyum til 30 ára dagin, og landsliðssangir verða eisini spældir.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Savnsmynd av Torkili Nielsen, ið gjørdist sigursmálskjútti og málverjanum, Jens Martini Knudsen