Landslið í Klaksvík og Vestmanna

Summarkappingin í hondbólti heldur fram í dag

Tróndur Mikkelsen hevur skotið tíggju mál fyri U20-landsliðið og tíggju mál fyri Neistan í Summarkappingin.

Tróndur Mikkelsen hevur skotið tíggju mál fyri U20-landsliðið og tíggju mál fyri Neistan í Summarkappingin.

Fýra dystir í summarkappingini í hondbólti eru á skránni í dag. Sí klokkutíðir niðanfyri.

Úrvalsliðið hjá monnum - mannað við millum øðrum Nicholasi Satchwell - bjóðar Neistanum av í Havn. Neistin verður eisini uttan eitt nú Trónd Mikkelsen, ið er toppskjútti í kappingini við tíggju málum fyri Neistan og tíggju málum fyri U20-landsliðið. Í dag verður hann við U20-landsliðnum, sum bjóðar VÍF av í Vestmanna.

H71 og Kyndil spæla eisini í Hoyvík. H71 hevur ongan Hilmar Leon Jakobsen, ið spælir við besta liðnum hjá HB í dag.

Hjá kvinnum var ein dystur í gjár, tá ið Neistin vann 26-20 á VB í Vági.

Í dag er einasti dystur í Klaksvík. Har vitjar U16-landsliðið Stjørnuna.

H71- og Kyndilskvinnur skuldu spæla í Hoyvík í dag, men tann dysturin er avlýstur.

Hjá liðunum, ið fara á vøllin í dag, er talan um annað umfar av trimum. Bólkavinnararnir eftir trý umfør spæla finalu næsta leygardag.

Skráin og støðan í dag:

SMS-Summarkappingin:

Klokkan 15.00 Stjørnan - U16-landsliðið (KÍ-Høllin)

Støðan í SMS-summarkappingini (hsf.fo):

Bólkur 1:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin1262062
2U18-kvinnur1241952
3VB23950-110

Bólkur 2

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7112616102
2Kyndil1251782
3U16-kvinnur11725-80
4Stjørnan11626-100

Okkara-Summarkappingin

Klokkan 14.00: Neistin - Úrvalsliðið (Høllin á Hálsi)

Klokkan 15.00: VÍF - U20-landsliðið (Ítrottarhøllin í Vestmanna)

Klokkan 16.00: Kyndil - H71

Støðan í Okkara-Summarkappingini (hsf.fo)

Bólkur 1:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF1332492
2H711332852
3U20-menn12833-50
4Kyndil12433-90

Bólkur 2:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin13827112
2Úrvalslið13424102
3U18-menn12434-100
4KÍF12738-110

Tróndur Mikkelsen hevur skotið tíggju mál fyri U20-landsliðið og tíggju mál fyri Neistan í Summarkappingin.