Landsliðið verður úttikið í dag

Tíðindafundurin verður beinleiðis á FM1

Í dag klokkan 10 verður landsliðið hjá monnum úttikið til EM-undankappingardystirnir móti Rumenia og Malta, sum verða á Tórsvølli.

Nógv tos er í løtuni um Lars Olsen hvørs sáttmáli gongur út í vetur. Hann hevur verið landsliðsvenjari í átta ár. Nógvar ábendingar eru um, at hann ikki kemur at halda fram í starvinum, men at ongin avloysari er í nánd enn.

##med2## 

Tíðindafundurin byrjar sum sagt klokkan 10 og FM1 hevur beinleiðis sending av Tórsvølli. Leygardagin 12. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Rumenia á Tórsvølli, og týsdagin 15. oktober klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta, somuleiðis á Tórsvølli.

Seinastu dystirnir í hesari undankappingini verða spældir um miðan november. Fríggjadagin 15. november á útivølli móti Norra, og mánadagin 18. november spæla Svøríki og Føroyar á Friends Arena í Stokkhólmi.