Landsliðið verður úttikið í morgin

Bæði Håkan Ericson, landsliðsvenjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum fara at úttaka sínar hópar

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andreas Lava Olsen bleiv púra óvæntað úttikin til landsliðið seinast, men tað vísti seg at spæla væl av

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andreas Lava Olsen bleiv púra óvæntað úttikin til landsliðið seinast, men tað vísti seg at spæla væl av

Mánadagin 28. september klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum. Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum at kunngera hópin til venjingardystin móti Danmark, sum verður í Herning mikudagin 7. oktober, og UEFA Nations League dystirnar á heimavølli ímóti Lettlandi og Andorra, sum verða 10. og 13. oktober.

Harafturat fer Hegga Samuelsen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, at kunngera hópin til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Montenegro, sum verða ávikavist á Tórsvølli og á Svangaskarði 8. og 13. oktober.

FM1 sendir beinleiðis frá tíðindafundinum og hevur samrøður aftaná.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andreas Lava Olsen bleiv púra óvæntað úttikin til landsliðið seinast, men tað vísti seg at spæla væl av

Mynd: (Álvur Haraldsen) Steffan Løkin og Petur Knudsen gleðast um sigurin á Ísrael hjá U21-landsliðnum