Landsliðsfótbóltur á FM1 frá klokkan 18

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Noreg

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Noreg á FM1 í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 18

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Noreg á FM1 í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 18

Stór landsliðssending verður á FM1 í dag í samband við EM-undankappingardystin millum Føroyar og Noreg, ið byrjar á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld.

Byrjað verður við beinleiðis upptaktssending, ið Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig skipa fyri, har fleiri beinleiðis samrøður verða gjørdar av Tórsvølli. Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Noreg.

Aftaná dystarlok verður sendingin "Triði Hálvleikur", har Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig fara at gera samrøður og hava samanumtøkur.

Vertur og tøkningur verður Óli G. Samuelsen.

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá landsdystinum á Tórsvølli. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Noreg á FM1 í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 18