Landsliðsfótbóltur á FM1 frá klokkan 19 í kvøld

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Spania og Føroyar sum byrjar klokkan 19.45

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Spania og Føroyar á FM1 sum byrjar klokkan 19.45 í kvøld

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Spania og Føroyar á FM1 sum byrjar klokkan 19.45 í kvøld

Í kvøld skal føroyska fótbóltslandsliðið takast við eitt av heimsins bestu fótbóltslandsliðum, Spania á útivølli í Gijón. Tað fer at krevja meir enn nógv at fáa eitt gott úrslit, men hópurin og venjarin boða frá, at menn eru til reiðar at stríðast.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Spania og Føroyar í Gijón. Dysturin byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar sendingina við upptakt klokkan 19.45 í kvøld. Tá dysturin er liðugur verða prát frá "Mixed Zone" við spælarar og venjarar.

Øll kunnu hoyra sendingina og dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Samrøður og møgulig góð hæddarpunkt koma út á in.fo seinni í kvøld.

In.fo hevur eisini beinleiðis tekstfrásøgn frá EM-undankappingardystinum millum Spania og Føroyar. 

 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Spania og Føroyar á FM1 sum byrjar klokkan 19.45 í kvøld