Landsliðsmálverji roynir seg niðri

Tórður Guttesen skiftir Kyndil út við Odder

Tórður Guttesen eftir einari av mongum bjargingum fyri Kyndil

Tórður Guttesen eftir einari av mongum bjargingum fyri Kyndil

Tað hava verið boð eftir mongum av størstu profilunum í føroyskum hondbólti hetta summarið, og eisini Kyndils- og landsliðsmálverjin, Tórður Guttesen, fer at royna seg uttanlands.

Tað verður í felagnum, Odder, sum var við sviðusoð, tá ið korona steðgaði kappingarárinum. Tá lá Odder júst undir niðurflytingarstrikuni í donsku 1. deild orsakað av verri málmuni enn kappingarneytarnir í HEI.

Nú brynjar felagið seg til at flyta upp aftur, og hevur millum annað styrkt seg við 22 ára gamla Kyndilsmálverjanum, ið fekk eitt øgiligt gjøgnumbrot í kappingarárinum 2018-2019, har hann millum annað var kosin besti leikari í steypafinaluni og atkvøddur til besta málverja tað kappingarárið

Úr savninum: Jovana og Tórður eru bestu málverjar

Tað gjørdist eisini til fyrstu landsdystirnar ímóti Montenegro og Danmark. Avrikini vóru avbera góð, og serliga ein brotskastsbjarging ímóti Montenegro var so væl eydnað, at hon ferðaðist um hondbóltsheimin.

Úr savninum: Tórður Guttesen: Hetta er óveruligt (Video og FM1)

Tórður Guttesen hevur sett sær mál at spæla seg á liðið og menna seg sum leikara, sigur hann við in.fo.

- Odder hevur eitt gott venjaratoymi, so møguleikarnir fyri at mennast eru sera góðir, heldur landsliðsmálverjin, ið eisini greiðir frá, at málið hjá Odder er at spæla seg upp aftur í 1. Deild.

- At sloppið at verið partur av tí hevði verið øgiliga spennandi, staðfestirTórður Guttesen, ið eisini er úttikin til landsliðshópin sum vandi fyrr í vikuni og savnast aftur stutt eftir ólavssøku.

Sí eisini: Rógvi og Vilhelm til Íslands at spæla

Tórður Guttesen eftir einari av mongum bjargingum fyri Kyndil

Tórður Guttesen við einum av mongum bjargingum í steypafinaluni í 2019