Landsliðsspælari til HB

Vit gita: HB fær tilgongd av føroyskum landsliðsspælara í summmar

Mynd: (Álvur Haraldsen) René Shaki Joensen hevur verið millum bestu spælararnar á landsliðnum seinnu árini

Mynd: (Álvur Haraldsen) René Shaki Joensen hevur verið millum bestu spælararnar á landsliðnum seinnu árini

Um tríggjar vikur letur flytingarvindeygað upp í Føroyum. Nógv bendir á, at hetta kann verða eitt spennandi flytingarvindeygað fyri HB, sum leitar eftir styrki.

In.fo hevur fingið upplýst frá keldum, at René Shaki Joensen er í samráðinum við HB, og at eitt skiftið er upp á pláss. Hann hevur í løtuni sáttmála við íslendska Grindavík, sum gongur út við ársenda. Havnarmaðurin trívist ikki so væl í løtuni, meðan HB leitar eftir styrki, eftir eina minni góða byrjan upp á kappingarárið, har miðvøllurin hevur verið ein avbjóðing.

##med2##

Sum skilst, ætlar HB at fáa 26 ára gamla René Shaki Joensen til felagið skjótast gjørligt, so hann kann spæla við tveir dystir undan summarsteðginum, og síðani vera spældur inn til Champions League dystirnar. Landsliðsspælarin er uppvaksin í HB og var eitt skifti í 2014 og 2015 aftur í HB.

Hartil ljóðar at framtíðin hjá Andreas Breimyr er óviss í høvðusstaðarfelagnum. Hann skuldi styrkja um miðvøllin, meðan Tróndur Jensen var skaddur. Hesa uppgávuna megnaði hann fyrstu dystirnar og situr nú uttanfyri við skaða.

HB skal í annaðkvøld spæla móti KÍ í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 1-1.

Mynd: (Álvur Haraldsen) René Shaki Joensen hevur verið millum bestu spælararnar á landsliðnum seinnu árini

Mynd: (Álvur Haraldsen) René Shaki Joensen spældi í 2014 og fyrru hálvu av 2015 við HB, eftir at hava spælt við Brøndby og Vendsyssel