Landsliðsúttøka í dag

FM1 sendir beinleiðis frá landsliðsúttøkuni

Mánadagin klokkan 10:00 fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngerða hópin til EM-undankappingardystirnar móti Svøríki og Spania - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin klokkan 10:00 fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngerða hópin til EM-undankappingardystirnar móti Svøríki og Spania - Mynd: Hans Erik Danielsen

Í dag klokkan 10:00 fer A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Lars Olsen, at kunngerða hópin til EM-undankappingardystirnar móti Svøríki og Spania, sum verða í næstum. FM1 sendir beinleiðis frá landsliðsúttøkuni.

Um smáar tvær vikur skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur. Hósdagin 5. september klokkan 19:45 spæla Føroyar og Svøríki EM-undankappingardyst á Tórsvølli, og sunnudagin 8. september klokkan 17:00 er útidystur móti Spania á skránni.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum í dag klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, at kunngerða hópin til næstu tveir dystirnar.

Eftir fýra umfør er Spania fremst í bólkinum við fullum stigatali. Svøríki og Rumenia hava 7 stig, Norra hevur 5 stig, meðan Malta er á fimta plássi við trimum stigum. Føroyar hava framvegis sítt fyrsta stig til góðar.

Mánadagin klokkan 10:00 fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngerða hópin til EM-undankappingardystirnar móti Svøríki og Spania - Mynd: Hans Erik Danielsen